Hondbóltur kann gerast ein vetrarolympisk ítróttargrein

Sebastian Coe hevur borið upp á mál at flyta hondbóltin frá summarleikunum til vetrarleikirnar

Millum tey sjey valevnini at gerast olympiskur forseti aftaná olympiska aðalfundin í mars komandi ár er bretin, Sebastian Coe.

 

Sebastian Coe vann olympiskt gull í 1.500 metrar renning á summarleikunum í 1980 og í 1984, og olympiskt silvur í 800 metrar renning á somu leikunum. 

 

Sebastian Coe, sum er formaður í altjóða sambandinum fyri frælsan ítrótt heldur, at hondbólturin eigur at flytast frá olympisku summarleikunum til at vera ein vetrarítróttargrein.

 

Sebastian Coe heldur, at ítróttargreinar sum vera íðkaðar innandura á summarleikunum kunnu flytast til vetrarleikirnar. Teirra millum er hondbólturin. 

 

Hondbólturin hevur verið ein fastur partur av olympisku summarleikunum síðani leikirnar í München í Týsklandi í 1972.

 

Hjá nógvum hondbóltsleikarum liggur olympiska kappingin illa mitt um summarið. Tí er hugsandi, at teir høvdu tikið væl ímóti uppskotinum hjá Sebastian Coe, at hondbólturin framyvir gjørdist ein vetrarolympisk ítróttargrein. Men tá høvdu EM-endaspøl sum fella á olympisk ár helst komið í vanda.