Hetta er marknaðliðið millum USA og Meksiko og meksikanska statin, Chihuahua, har hópgrøvin varð funnin

Hópgrøv við 56 líkum funnin í Meksiko

Chihuahua er ein av landslutunum í Meksiko, sum er hart raktur av kriminaliteti í samband við narko og vápnasmugling

Hetta er marknaðliðið millum USA og Meksiko og meksikanska statin, Chihuahua, har hópgrøvin varð funnin

Útlenskir miðlar vita at siga, at hópgrøvin varð funnin í statinum, Chihuahua, og leivdirnar vórðu grivnar upp fyrr í hesi vikuni.

 

Tað sigur ákæruvaldið í Meksiko í tíðindaskrivi í dag.

 

Mannaleivdirnar eru nú sendar til rættarlæknaligar kanningar í einari roynd at eyðmerkja líkini og royna at finna út av deyðsorsøkini.

 

Chihuahua er ein av landslutunum í Meksiko, sum er hart raktur av kriminaliteti í samband við narkosamstarv og vápnasmugling.

 

Síðan myndugleikarnir í Meksiko byrjaðu stríðið móti veldugu narkotikakartellunum í 2006, eru skrásett fleiri enn 450.000 dráp í landinum.

 

- Haraftrat eru fólk í tíggjutúsundatali horvin sambært almennum tølum, veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.

 

 

 

Hetta er marknaðliðið millum USA og Meksiko og meksikanska statin, Chihuahua, har hópgrøvin varð funnin