Tað er brasilski toftamaðurin Fernando Troleis, sum í nøkur ár hevur arbeitt við orðabókini, hetta saman við Sprotanum.
Eisini Sirið Stenberg, landsstýriskvinna luttøk á tiltakinum og bar hon í hesum sambandi fram røðu. Niðanfyri ber til at lesa røðuna:
Góðan dag øll somul.
Alt hevur sína tíð. Tað sigur prædikarin okkum í halgubók. Og í dag er sanniliga tíð at glaðast og at fegnast. Eitt stórt bragd er framt, og eg eri bæði errin og glað um bragdið, og at fáa høvi at bera eina heiðurskvøðu fram á hesi vøkru samkomu nú vit í felag heiðra útgávuni av føroyskt- portugisisku orðabókini. Vit heiðra ikki bert útgávuni av orðabókini, men eisini tað dirvi, áræði og virkisfýsni, sum skal til fyri at fremja slíkt stórverk. Hetta er heilt einastandandi.
Enn einaferð verður matematikkin mótprógvað. 1+1 er ikki =2.
Hetjurnar Troleis og Mikkelsen eru = brúgvar millum mál og mentanir. Millum fólk, fólkasløg og heimspartar. Og heiminum tørvar meira enn nakrantíð, at vit á øllum mótum byggja brýr.
Bragdið er, at portugisiska málið og føroyska málið nú kunnu flytast í hvørt annað. Portugisiska heimsmálið, sum uml. 220 milliónir fólk hava sum móðurmál og væl omanfyri 230 milliónir hava sum annað ella triðja mál, verður nú flutt yvir í okkara mál sum væl undir 100.000 duga. Eitt heimsmál og eitt smámál kundi man sagt, men tað siga vit ikki, tí eitt mál er eitt mál. Øll hava sín týdning og sín tilverurætt. Øll mynda tey júst sítt fólk. Tað hevur onki við stødd at gera, men rørir við innasta samleika og innastu hjartarót í samfelagnum. Málið er hjartaslátturin í samfelagnum. Alt annað rennur úr tí.
Tað liggur mær eisini á hjarta at takka tykkum í Løkshøll. Tit eru ein sonn drívmegi í føroyska mentanarlívinum. Her eru regluliga mentanartiltøk av øllum handa slagi. Tað gevur ikki bert lokalsamfelagnum nógv, men øllum landinum. Ómetaliga stuttligt at síggja hvussu tað sprudlar og grør. Hevur mentanin tað gott, hevur fólkið tað sum oftast eisini gott. Drívið á í týdningarmikla arbeiðinum!
Søgan um Fernando Troleis er rørandi. Hon er viðkomandi og hon ber boð um eitt serstakt menniskja. Eitt menniskja, sum lagar varðar ikki bara á smáum teinum, men millum lond og heimspartar. Tann førning og tað virði tú leggur eftir teg við orðabókini, Fernando, er ikki bert á heimligu stuttu leiðini, har gingið verður millum varðar. Tí man kann siga, at tað er lætt at ganga millum varðarnar, tá ið teir eru lagaðir; men at laga teir og seta út í kortið hvar teir skulu vera, er nakað annað. Tá skal annað áræði og arbeiðssemi til. Tað er at laga varðarnar, sum er avgerandi, tí sum Petur Jákup Sigvardsen sigur tað í “Um veturnætur”: fáur flytur førning millum varða. Men her verður stórur førningur fluttur og stórt virði skapt.
Tín lívsleið er serlig, Fernando. Tað er áhugavert at hoyra og lesa um teg. Um unga dreingin, sum kom til Føroya at arbeiða, og sum síðan fór heimaftur til Brasilia og bleiv lærari, og so aftur kom higar, og nú hevur staðið prógv í føroyskum, og saman við Sprotanum gevur orðabókina um bæði móðurmálini út. Fitta søgan um lívsleiðina skrivar nú søgu. Og vit eru mong, sum eru tær av hjarta takksom fyri at tú kastaði allan tín kærleika á okkara land og hevur gjørt so stóran mun í mál og mentanarheiminum. Í míni einføldu trúgv so havi eg tað soleiðis, at tað man kastar út fær man so ella so aftur. Tað kann ikki vera øðrvísi enn, at føroyingar kasta tær kærleikan aftur. Tað hevur tú stórliga uppiborið. Tú hevur við hesum avriki skrivað teg fastan í føroysku málsøguna og ikki minst í fólkasálina. Frá umgum næingi, sum onki orð dugdi á føroyskum, til orðabókarithøvund. Tað er ikki smávegis!
Hetta sigur okkum eisini hvussu týdningarmikið tað er hjá ungfólki at koma út í onnur lond. At ungdómar síggja heimin, uppliva onnur fólk og aðrar mentanir, knýta bond og vinabond og annað. Tað kann sáa fræ til nógv gott og virðismikið. Tað síggja vit her í dag.
Í sera áhugaverdari sending í Kvf segði tú Fernando nakað soleiðis, at orsøkin til, at tú lærdi teg føroyska málið var fyri at fáa eitt pláss við borðið, og fyri at kunna luttaka í samskiftinum, og at títt ynski var at blíva partur av føroyska samfelagnum. So stóran týdning hevur eitt mál. Tað er lykilin til samfelagið. Við ongum máli hevur man onga rødd. Man fær ikki luttikið. Man fær hvørki tikið ímóti ella givið. Og uttan ein sess við borðið kann man ikki gera vart við síni sjónarmið ella vera við at taka avgerðir. Man fær ikki luttikið í fólkaræðinum á jøvnum føti við onnur. Øll missa í hesi støðu. Tí allar røddir hava týdning, og allar røddir eru neyðugar skal inkluderandi heimurin mennast.
Fyri nøkrum árum síðan var eg í eini verkætlan um útjaðaramenning. Eg hugsi ofta um ta einu niðurstøðuna, sum var, at eitt tað størsta tilfeingið í útjaðaranum vóru tey sum fluttu til. Tey sóu við nýggjum eygum og høvdu aðrar hugsanir og aðra vitan um nógv viðurskifti, sum samfelagið tørvaði, skuldi alt ikki standa í stað. Tey tóku nýhugsan við sær saman við menniskjaliga tilfeinginum. Eg haldi tað er júst tað vit uppliva her í dag. Gott í teg, at tú komst til Føroyar og fekk skapt tær bond her, sum gjørdi at tú bleivst her. Tey bondini gera nú, at vit í Føroyum kunnu knýta bond við milliónir av heimsins menniskjum gjøgnum orðabókina. Og gott í tey, sum tóku so væl ímóti tær.
Fortreytin fyri allari samfelagsmenning er skúlaskapur, bókmentir og mál. Lærdómur, pennurin ella orðið er enn hvassasta svørið og besta hjálpin móti so at siga øllum hóttafalli. Tak bara Malalu, sum segði at “eitt barn, ein lærari, ein bók og ein pennur kunnu broyta allan heimin” Og tað eru bæði heimurin og smáu heimini, sum broytast við lærdómi.
Fyri at læra, mugu vit skilja hvønn annan. Tí er tað at hava atgongd til fleiri mál eitt stórt ríkidømi í sjálvum sær. Tað gevur atgongd til størri vitan og víðari heimsfatan. Ein víðari sjónarring. Og vitan hvessir vitið og økir tilvitið. Og tað hava vit brúk fyri. Ongantíð meira enn tað sama. Ikki minst er lærdómur eisini lykilin til góð lívskor.
Málið er grundarlagið undir samskiftinum og gjøgnum samskifti læra vit. Vónandi havi eg hug at siga, tí sjálvt tá ið vit málsliga skilja orðini, er ikki víst at vit skilja hvønn annan. Men tað er ein onnur søga. Hava vit ikki málið - orðini - so er útlitini í hvussu so er døpur. So er ongin grundvøllur at byggja á.
Humlubiin verður ofta tikin fram, sum eitt dømi um, at tað ómøguliga - at flúgva, letur seg gera og ongin veit hví. Søgan um Sprotan er nakað sum við humlubiini. Munurin er bara, at vit vita hví. Tað er Jonhard Mikkelsen. Við sínum frálíku evnum, arbeiðssemi og ídni fremur hann tað ógjørliga. Tokkin til móðurmálið rennur streymandi ígjøgnum eina røð av orðabókum, skaldsøgum og alskyns heimsbókmentum. Tað ógjørliga ber til.
Viljin er eitt sterkt svørð, tað vita vit. Í fleiri áratíggju hevur tú Jonhard javnt og samt arbeitt og givið út meira enn nakar. Tú ert heiðraður í Føroyum og uttanlands fyri títt valaarbeiði, og tað ber í veruleikanum ikki til at fáa lítla orðið takk at rúma og lýsa hvønn týdning títt arbeiði hevur fyri føroyska málið og alla føroysku tjóðina. Tín vísdómur er og verður bæði okkum og ókomnum ættarliðum til stórt ríkidømi og signingar. Tað er sum við Malalu, eitt fólk kann broyta heimin.
Tað er eisini sum prædikarin sigur “at seta niður hevur sína tíð, og at taka upp tað, sum er sett niður hevur sína tíð. Vit mugu staðfesta, at væl hevur verið sátt og sett niður hjá tær tí eg standi her við kensluni av, at vit taka alla tíðina upp. Men so mikið havi eg fingist við urtagarð, at eg veit at onki rennur upp úr turrum. Her liggur eitt lívsverk aftanfyri og so ríkiliga tað.
Hvat skuldu vit gjørt uttan fólk sum teg!
Heimsins ymisku tungumál savna og skilja menniskju. Í bíbliuni lesa vit um upprunan til ymisku tungumálini. Menniskjuni vóru farin at byggja sær eitt torn – Bábilstornið - sum skuldi røkka til himmals, tá ið Guð gav teimum ymisk tungumál, so tey ikki longur skiltu hvønn annan, og síðan búsettust ymsa staðni á jørðini.
Taka vit støði í okkara egna málstríði, so er tað eisini áhugavert at fyrsta skaldsøgan, sum kom út á føroyskum hevði júst heiti “Bábilstornið”.
Málspurningurin hevur eisini onkuntíð skapt skilnað millum okkum, men tað er eisini ofta so at tað, sum skilir okkum í dag tað savnar okkum í morgin. Fólk tykjast nú hava skilt tørvin á at verja, styrkja og menna føroyska málið. Tilvitanin um, at tað móðurmál, sum okkum er givið gjøgnum ættarlið ikki longur kann takast fyri givið. Og orðabøkurnar eru ein týðandi liður í menningini av málinum eins og allar bókmentir, sum vera skrivaðar á føroyskum. Tí er hesin dagur so serstakur og verdur at heiðra. Ein veitsludagur vil eg siga. Og eisini “at dansa hevur sína tíð” sigur prædikarin.
Hjartaliga tillukku við orðabókini Fernado og hjartaliga vælkomin til borðið, har tú sjálvsagt eigur eitt pláss. Tín rødd er týdningarmikil og títt arbeiði hevur ómissandi virði. Og hjartaliga tillukku Sprotin. Enn einaferð er sjón fyri søgn, at hjá tykkum spríkir og grør tjóðini at frama.
Takk fyri orðið og sum prædikarin eisini segði: “At tala hevur sína tíð og at tiga hevur sína tíð”.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum