Portugal og Brasil hava stjolið allar yvirskriftirnar í HM-millumbólki 3 við at vinna seg víðari til HM-fjórðingsfinalurnar, har Týskland og Danmark bíða.
Í kvøld spældu grannalondini, Noreg og Svøríki seinasta dystin í millumbólki 3, har "troystpremian" til vinnaran var triðja plássið í bólkinum.
Norska heimafjøldin fekk ein fløva við 29-24 sigri til heimaliðið í Unity Arena høllini í Bærum uttanfyri Oslo. Norðmenn vóru á odda 16-11 í steðginum, og teir megnaðu at halda munin í seinna hálvleiki. Fyri bæði liðini er tó talan um eitt miseydnað HM-endaspæl.
William Aar var við níggju málum framúr hjá Noregi. Og Torbjørn Bergerud bjargaði 42 prosent av málroyndunum.
Portugal vinnur millumbólk 3 við níggju stigum, og Brasil er nummar tvey við átta stigum. Noreg er nummar trý við seks stigum, og Svøríki er nummar fýra við fýra stigum. Spania hevur trý stig á fimta plássinum, og Chile endar aftast í bólkinum við ongum stigi.
Noreg-Svøríki 29-24 (16-11)
Toppskjúttar Noreg: William Aar 9, Kristian Bjørnsen 6, Sebastian Barthold 4, Tobias Grøndahl 3.
Toppskjúttar Svøríki: Eric Johansson 7, Sebastian Karlsson 5, Albin Lagergren 4, Niclas Ekberg 3.
Spania-Brasil 25-26 (13-14)
Toppskjúttar Spania: Petar Cikusa 4, Victor Romero 4.
Toppskjúttar Brasil: Rudolph Hackbarth 6, Hugo Monte Da Silva 5.
Portugal-Chile 42-28 (22-17)
Toppskjúttar Portugal: Francisco Costa 9, Martim Costa 6, Ricardo Brandao 5, Pedro Portela 5.
Toppskjúttar Chile: Erwin Feuchtmann 8, Esteban Salinas 6.