Ætlanirnar órógvaðu Harran, sum steig oman til tess at síggja borgina og tornið. Tá bleiv hin stóra avgerðin tikin at fløkja tungumálini soleiðis, at menniskju ikki skiltu málið hjá hvør øðrum. Sum sagt verður í ørindi 8: ”Tá spjaddi Harrin teir haðan út um alla jørðina, so at teir lættu av at bygga borgina.” Íbásturin úr hesum partinum av gomlu Paktini rakti eisini okkum, táið fyrsta skaldsøgan á okkara egna tungumáli gekk undir heitinum Bábelstornið. Rasmus á Háskúlanum skrivaði og gav hana út í 1909.
Hóast eg havi verið í fleiri av londunum, har ið portugisiska tungan er meginmálið, í Brasilia, Angola og Portugal (incl. Madeira), so dugi eg tað ikki og veit lítið meiri um tað, enn at tað er ein vøkstur og partur av rómversku málslektini. Málið er annars meginmál á Cape Verde oyggjum, í Guinea Bissau, Mosambik, Sao Tome & Principe, Eysturtimor, Macau og í Goa. Í fleiri øðrum londum verður málið tosað í smærri og størri høpum. Fleiri hundrað milliónir menniskju tosa málið, og greiðar søguligar orsøkir eru fyri hesum.
Hin 19. juli í 1966 bresta Brasilia og Portugal saman í einum fótbóltsdysti á Goodison Park, sum hevur verið heimavøllur hjá bretska liðnum Everton síðan 1892. Spælt verður um heimsmeistaraheitið, og tveir av leikarunum í bólki 3 eru alkendir millum manna. Eusébio da Silva Ferreira úr Mosambik og Pelé úr Brasilia. Latínamerikanararnir høvdu frammanundan vunnið heitið í 1958 og í 1962. Tað sæst í júst hesum dystinum, at nógv verður gjørt fyri at fara eftir manninum heldur enn bóltinum, serliga táið tað snýr seg um Eusébio og Pelé. Tilvildarliga var eg staddur í Keypmannahavn hendan dagin og sá á sjónvarpsskíggja syndarligu hendingina, táið portugisiski verjuleikarin Joao Morais tók beinini undan Pelé og meiddi hann so illa, at hann haltaði tað sum eftir var av dystinum og spældi ikki aftur í kappingini. Krumtappurin á brasilska landsliðnum, av nógvum mettur sum heimsins besti fótbóltsleikari nakrantíð, hevði so stóran týdning fyri lið sítt, at Brasilia fánaði burtur í onki. Pelé hótti við at gevast á landsliðnum, men hann kom av álvara aftur í aftur í Meksiko fýra ár seinri. Portugal gjørdist annars triðbesta liðið í Onglandi, eftir vertstjóðini og Vesturtýsklandi, og Eusébio gjørdist besti málskjúttin í kappingini við 9 málum, - fýra av hesum skotin í fjórðingsfinaluni ímóti Norður Korea.
Kóka vit hesa fótbóltssøguna niður í eina søguliga grýtu, so sæst skjótt, at Portugal er ein av teimum stóru kolonisatorunum, táð europearar fara at leggja land undir seg í hinum nýggja heiminum. Serliga í Afriku og í Latínameriku. Mál og mentan fylgja monnum í útrás, og skjótt dvína upprunamálini í tiknu londunum fyri europeisku tungumegini. Tann støðan stendur við, hóast tey flestu av londunum fyri langari tíð síðan hava staðfest sín egna suverenitet sum sjálvstøðug lýðveldi.
Og tað er skjótt at fara av málinum, fyri ikki at siga at missa tað. Hinum naglafasta ber til at halda um og flyta, meðan onkur stútt og støðugt má sita undir og stuðla málinum, annars foykist tað, uttan at vit vita av tí. Tað er ein afturvendandi, at kalla daglig, hending í málsliga diversitetinum kring um heimin.
Nú verkætlanardagur - ætlaður børnum - var í Norðurlandahúsinum hendan dagin, fekk formaðurin í Kommunufelagnum orðið eina løtu. Valdi at taka meg sjálvan sum dømi um hvussu skjótt alt kann fara úr spónalagnum, málsliga, um vit ikki áhaldandi eru á varðhaldi og brúka og røkja móðurmálið. Tað ræður um at droyma, hugsa og at tosa á móðurmálinum, annars vikna skorðurnar undir tí skjótari enn nakar gevur sær far um í gerandisdegnum.
Fyri áleið seksti fýra árum síðan løgdu vit frá landi í Føroyum. Sjálvur var eg 5 ára gamal. Ein drúgv ferð stóð okkum fyri framman. Vit skuldu yvir um hav – til Ameriku. Við fráferð tosaði eg av góðum grundum móðurmálið – uppvaksin í Gróartúni í Syðrugøtu. Kortini helt ein skyldmaður, at vit áttu at hava onkran lestur við okkum at stúva av við, um hóttafall kom á málburðin. Úrvalið seinast í fimmtiárunum var onki at reypa av, men í skjáttuna fingu vit ”Frændaleysur” hjá Hector Malot í týðing hjá Jákupi M. Kjeld og søgurnar um Lítla Sjúrð, Kálvamuuna og Gráu dunnuna hjá Sigurði Joensen, sum júst var komin út á marknaðin. Sigurð var málsliga óvanliga væl kálvføddur, tað hoyrdist í røðum og útvarpssamrøðum, og táið hann seinri gjørdist kennari okkara á Føroya Sjómansskúla, tikin úr leikum, varnaðust vit, hvussu hyggin hann var móðurmálinum viðvíkjandi.
Tjaldur hjá Skipafelagnum flutti okkum til Keypmannahavnar og haðan á lunnavagni til Antwerpen í Flandern í Belgiu. Har lá skip og bíðaði við bryggju, sum skuldi flyta okkum yvir um hav – til ta í dag so nógv umrøddu Panamaveitina. Ein ókend mamma og ditto sonur vóru við á ferðini, og vit varnaðust skjótt, at teirra ferðamál var hitt sama sum okkara. Vit báðir sonurin vóru javnir í árum. Royndu at spjalla og spæla saman, men við hvør sínum kommunikatiónsmiðili, tungumáli, var hetta lættari sagt enn gjørt. Í Curaçao fóru vit øll í land og mynstraðu umborð á eitt skip, sum gjørdist okkara heim í eitt lítið ár. Sigldu millum Kili, Peru, Ekvador og býirnar við eysturstrond samveldisríkjanna USA við bananum. Í hesum viðfanginum kann eg nevna, at vit eisini, í øðrum umfari, gjørdu eitt rend til Brasilia, Uruguay og Argentina.
Uttan at eg varnaðist tað gjørdist samskiftismálið ímillum okkum báðar Mikkjal eitt annað enn tað, sum eg hevði í heimanfylgju úr Føroyum. Táið tú ert 5-6 ára gamal er tilvitið lítið, tjóðskaparligu bardúnurnar ein viðfáningur, tað snýr seg í samskiftinum bert um at skilja hvønn annan av praktiskum orsøkum. Tað kann - ikki minst umborð á skipum - vera ein fyrimunur. Sum fráleið gleið eg spakuliga frá mínum uppruna yvir í eina aðra sferu. Har vóru eini 40 fólk umborð, og tey sum ikki tosaðu spanskt ella portugisiskt, tosaðu danskt. Har formáddi føroyska tungan sær lítið, og hin frændaleysi og Lítli Sjúrður gjørdu lítlan mun í donsku yvirvágini. Ein orðabók hevði ongan mun gjørt, tí stavurin stóð ímillum meg og bókina. Skúlaárini lógu jú fyri framman við Gjógv og á Glyvrum.
Hin prúði norski damparin Stavangerfjord – ferðamannaskip við marglæti – bar okkum yvir um havið aftur til Europu. Hendan ferðin stendur meitlað føst í mínum hugaheimi, men onki er so gott, at tað ikki er ringt fyri okkurt, og táið eg aftur stóð í Gróartúni og skuldi fara at spæla saman við vinmanni mínum, og javnaldra, Peturi Mikkelsen, tá var eitt skott gliðið niður ímillum okkum báðar. Hann tosaði, sum hann gjørdi fyri fráferð okkara, meðan eg burturav tosaði danskt við hann, og tað skilti hann av góðum grundum ikki eitt orð av. Eg var ikki bara farin av málinum, eg hevði mist tað. Minnist eisini hvussu tey eldru, sum frekventeraðu handilin hjá abba mínum, stúrsaðu við av hesum margháttliga dreinginum – átøkur mishátta dunnuunganum hjá H. C. Andersen - men tíbetur átti eg í heiminum, grannalagnum, kringumstøðunum og seinri í skúlanum ein kastala, sum bjargaði mær upp á turt aftur.
Onkur sigur, at portugisiskir streingir og indiánarablóð, frá Yamanaættarbólkinum úr Eldlandinum í Latínameriku, finnast í ílegum mínum. Hvørja ávirkan hesar slóðir hava havt á mín habitus mega onnur døma um, og kanska eitt mið til hóskandi svar finst í litteraturinum hjá sálaða samfelagsfrøðinginum Pierre Bourdieu.
Bara hav er ímillum Føroyar, Portugal og Brasilia, tí hevur havið, og tað sum í tí svimur, borið okkum saman við skiftandi megi um ár. Føroyskir fiskimenn minnast doriufiskiskapin hjá portugisum undir Grønlandi. Fyri á leið 65 árum síðan bygdu føroyingar tríggjar stórar trolarar í Portugal. Ólav Halga, Leiv Øssurson og Vágbing. Seinri kom trolari við øðrum sniði haðani - Magnus Heinason. Dávur í Bø av Strondum førdi hann fyri tað nógva, haðartil eldur kom í hann inni á Ísafjørðinum, og hildið varð ikki ráðiligt at gera hann aftur til fiskiveiði. Føroyingar hava selt nógvan saltfisk til svangar gómar í Portugál, og marknaður okkara fyri klippfiski, serliga í árunum eftir seinra heimskríggj, var serliga í Brasilia og øðrum londum yviri á amerikanska meginlandinum fyri sunnan og norðan.
Sjálvur havi eg verið manga ferðina í Portugál við skipi, og oftari er ein farin framvið hinum bergtakandi vitanum á Cabo de São Vicente, útsynningshorninum á Iberisku hálvoynni. Eftir tað gekk leiðin suður- ella vesturyvir ella ígjøgnum Nørvasund inn á Miðjarðarhavið. Portugisiska málið lærdi eg kortini ongantíð, sum frægast royndi man at klára seg við tí sum var fyri hondina.
Fyri minst einari fjórðingsøld síðan vóru tað nakrir - Jonhard Mikkelsen var ein teirra - sum sóu áneyðirnar í, at móðurmál okkara skuldi krøkjast í so mong onnur mál sum gjørligt. Umvegis orðabøkur. Visiónir, treiskni og tjóðskaparligt flog hava verið mátturin – gangvjelurin sum Viderø vildi sagt – ið hava flutt okkum ljósár fram á leið á málsliga økinum. Sprotin, saman við dugandi fólki, hevur reitt bólini, og í dag liggja vit í broddi fylkingar, í hvussu er táið tað snýr seg um eitt mál sum okkara, magnfult, men lítið í stóra heimsvavinum av málum í brúki.
Í Løkshøll í dag standa vit við einum parti av arvinum frá einum slætta í Sinears landi, har hugmóðin tók okkara forfedrar, táið teir fóru undir at byggja sær eina slóð upp í himinin, og Hin Almáttugi mátti intervenera og steðga ørskapinum. Ein brasilskur toftamaður - Fernando Troleis – hevur lagt okkum eina málsliga undirstøðu ímillum føroyska og portugisiska tungu, sum heilt víst fer at gera stóra nyttu í samskiftinum millum tey sum í gerandisdegnum tosa málini bæði.
Hjartaliga til lukku Fernando og Sprotin og takk fyri at tit valdu at leggja orðabókina fram í mentanarskála okkara Løkshøll.