Horsens var eitt mál frá einum hálvfinaluplássi

Tað vera Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn, ið spæla hálvfinalur móti Esbjerg

Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir vóru eitt mál frá at røkka einari sensasjónelari hálvfinalu móti Esbjerg í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Í tí sætta og seinasta dystinum í bólki 1 í ovara endaspælinum tapti Horsens við minsta marginali 30-31 fyri liðnum hjá Pernille Brandenborg, Keypmannahavn. Horsens var á odda 17-16 í steðginum.

 

Sostatt vera tað Pernille og hennara liðfelagar, ið sleppa at spæla hálvfinalur móti Esbjerg. Í hinari hálvfinaluni møtast Odense og Ikast-Herning.

 

Keypmannahavn og Horsens endaðu bæði á seks stigum í bólki 1, men tað bleiv Horsens sum stendur við svartaperi. Odense vann bólkin við 12 stigum, og Nykøbing Falster endaði aftast við trimum stigum. 

 

Sambært Horsens Folkeblad vóru Maria og liðfelagarnir grátuferdigar aftaná dystin. Men í Horsens fagna tey liðnum, ið eitt skiftið var aftast í deildini, og sum kempaði seg upp á áttanda plássið, og vann seg harvið í ovara endaspælið, har tær framdu eitt framúr gott avrik. 

 

Í dagsins dysti skoraði Maria tvey mál, legði upp til trý mál (assist), og hon vann liðnum tvey brotskøst. Pernille legði upp til eitt mál, og hon vann liðnum fýra brotskøst.

 

Í bólki 2 taptu Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg seinasta bólkadystin fyri Sønderjyske. Á heimavølli tapti Viborg tepurt 26-27. Í steðginum var Sønderjyske frammanfyri 17-13.

 

Jana skoraði skoraði trý mál, legði upp til trý mál, og vann liðnum trý brotskøst.

 

Viborg endaði aftast í bólki 2 við bert einum stigi. Esbjerg og Ikast-Herning endaðu ovast við 11 stigum hvør. Sønderjyske fekk fýra stig.

 

Sjálvt um Maria og Jana ikki rukku hálvfinalurnar við sínum liði, so hava tær fingið góðar og hollar royndir, ið eisini fara at koma føroyska landsliðnum til góðar.