HSF og Mowi leingja stuðulsavtaluna

Stuðulsavtalan millum alifyritøkuna Mowi og HSF er longd fram til og við 2027.

Longda avtalan varð undirskrivað um vikuskiftið, har HSF var á smoltstøðini á Hellunum og alibrúkinum í Oyndarfirði og vitjaði saman við við forsetanum í EHF, Michael Wiederer.

 

Mowi, fyrr Marine Harvest, hevur verið stórstuðul hjá HSF seinastu 12 árini, og vóru teir ein av fyrstu fyritøkunum at stuðla framsøknu ætlanunum í hondbóltinum.

 

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og Hans Jákup Mikkelsen, stjóri á Mowi, gjørdu ikki mætari enn at undirskriva sáttmálan úti við ein av aliringunum í Oyndarfirði leygardagin.

 

– Vit í Mowi eru ógvuliga fegin og errin at stuðla tí eyðsýnda framburðinum, sum hevur verið í føroyskum hondbólti seinastu árini. Harða arbeiðið og úrslitini tala fyri seg, og landsliðini hava veruliga vunnið hjørtuni hjá føroyingum, og vit gleða okkum til enn tvey endaspøl í vetur, sigur Hans Jákup Mikkelsen.

– Stuðlarnir og stuðlasamstarvið eru ein fortreyt fyri at HSF kann virka á tí støði, sum vit eru komin til. Fleiri bóltar verða tveittir í mál á vøllinum, men eisini upp í luftina við økta virkseminum. Hesir mugu loftast og jonglerast, soleiðis at vit fáa sum mest burturúr tí vit hava. Vit seta okkum leypandi nýggj mál, og trúgva og drúgva samstarvið við Mowi er við til at bera okkum fram, sigur Gunn Ellefsen.