Hvarv gevur út – fyrstuferð í 25 ár

Í dag, 11. mars, gevur bólkurin Hvarv út nýtt lag. Tað er lagið Sálarfrændi mín, ið verður útgivið í samstarvi við Tutl, og sum í dag er at finna at flest øllum talgildum pallum.

Hvarv er bólkur, ið er settur saman av tónleikarum, ið hava uppruna í ymsum bólkum, men sum tó hava samstarvað í mong, mong ár. Helt síðani miðskeiðis í nítiárunum, hava hesir bólkalimirnir samstarvað, summir meir og summir minni. Allir hava so ella so tilknýti til Suðuroynna. 

Bólkurin Hvarv er sum so ongantíð givin, men hevur havt støðg av og á í longri og styttri tíðarskeið.

Í 1997 var Hvarv við á savnsútgávuni Rock í Føroyum 2 við lagnum Fortíð, Nútíð, Altíð. Og í 2000 var Hvarv við á útgávuni Vælskapt Brek við lagnum Vovið av Guði.

Síðani hevur verið stilli kring bólkin, tá tað snýr seg um útgávu av tónleiki, tó at bólkurin hevur verið virkin annars,

Men nú herjar Hvarv á aftur, og gevur nú út lagið “Sálarfrændi mín”.

 

##med2##

 

Dagfinn Olsen hevur skrivað orð og lag.

 

Fasta manningin í bólkinum í 2025 er henda.

Hjalmar Magnussen: Guitar og sang.

Dagfinn Olsen: bass, kór.

Neil Joensen: guitar, kór.

Dánjal Jákup Wiberg Holm: trummur.

“Sálarfændi mín” er upptikin í IntroVers Studio við Hans Poulsen við knøttarnar, og hann spælir eisini tangentar og annað.  

Guðrun Sólja Jacobsen syngur kór.

Grafisk mynd: Jón T. Einarsson

Hoyr “Sálarfrændi mín” her: 

Sálarfrændi mín