Hví sangur og tónleikur í fólkaskúlanum hava týdning – serliga nú

Tónleikasiðvenja hevur ein ser­lig­an leiklut í føroyska sam­fel­ag­num. Í Før­oy­um hava vit leingi havt eina liv­andi tón­leik­a­ment­an, har bæði leik og lærd lut­taka í sangi og tón­leiki.

Her í 21. øld kunnu vit lætt­liga staðfesta, at før­oysk­ur tónleikur er eitt fjøl­broytt og lit­ríkt fyr­i­brigdi, ið veit­ir gleði fyri mong.

 

Tón­leikurin er jú við til at mynda okk­um og okk­ara ment­an. Men hvussu stend­ur til við før­oysk­u tón­leika­und­ir­vís­ing­ini í dag, í ein­um sam­fel­agi merkt av ó­støð­ug­um geopolitikki, al­tjóð­a­gerð og broyttum und­ir­vís­ing­ar­hætt­um?

 

Ph.d.-verkætlan

 

Seinastu tvey árini havi eg ar­beitt við einari ph.d.-verk­ætl­an á Náms­vís­ind­a­deild­ini á Fróð­skap­ar­setr­ið Før­oya. Før­oyska heitið á ph.d.-verk­ætlanini er Hug­takið um tað føroyska – ting­ing­ar millum samleika og sið­venju­fat­an­ir.

 

Verkætlanin granskar, hvussu hugtakið um tað før­oyska, undir hes­um tón­leik­a­sið­ir og sið­venj­ur, verður tulkað í náms­ætl­an­um og praksis í føroyska fólka­skúl­a­num. Til hetta end­a­mál nýti eg ein tví­býtt­an gransk­ing­ar­hátt: greining av søguligum til­fari (til dømis brøv og handrit) og samrøður við lær­ar­ar í tónleiki og aðrar við­kom­andi serfrøðingar.

 

Greiningarnar higartil benda á, at sangur og tón­leik­ur fram­vegis hava ein ser­ligan leik­lut sum ment­an­ar­beri, men eisini, at tón­leikur er í einari avbjóðandi støðu, har tað siðbundna ofta má geva eftir ella til­laga seg til altjóðagjørdar stíl­ar og talgild tilboð.

 

Morgunsangur

 

Ein serstakur táttur, sum er stak við­kom­andi í hesum høpi, er fel­ags­sang­ur og morg­un­sang­ur í skúla­num. Í Føroyum er fram­vegis siður fyri morg­un­sangi í skúlunum, og í Fólka­skúla­lógi­ni verð­ur enntá álagt, at “Morg­un­sang­ur eigur at vera part­ur av vanliga skúla­degnum”. Gaman í eru ym­isk­ar meiningar um, nær á degnum best er at syngja, og skúlarnir hava eis­ini ymsar loysnir uppá júst henda spurning.

 

Í Danmark hava und­ir­­vís­ingarmyndugleikar sein­astu árini gjørt íløgur fyri mill­i­ón­ir av krónum til at menna og styrkja morg­un­sang­in í skúlunum, sum eitt amboð til at skapa fel­ags­skap, styrkja ment­an­ar­ligan samleika og geva pláss fyri umhugsan og fel­ags upplivingum.

 

Morgunsangur hevur í hes­um samanhangi ikki bara ein listaligan ella náms­frøðiligan leiklut, men er eisini ein liður í ein­um demokratiskum og hug­vísindaligum mynd­an­ar­ar­beiði.

 

##med2##

 

Tónleikafakið í før­oyska fólkaskúlanum

 

Hyggja vit eftir sjálvum tón­leika­fakinum í fólka­skúl­a­num, gerst tað skjótt greitt, at sam­stund­is sum, at innihaldið í tón­leika­fak­i­num ongantíð hevur verið so um­fat­andi og krevjandi sum í dag, so er talið av und­ir­vís­ing­ar­tímum eisini mink­að nógv seinastu um­leið tretivu árini. Mu­sikk­skúl­ar­nir kring landið veita spes­i­al­i­seraða undirvísing í tón­leiki, og tað er eitt gott og neyðugt tilboð til tey, sum sleppa framat. Fólka­skúl­in er tó sum kunnugt fyri øll, og um vit í Føroyum fram­vegis ynskja, at sangur og tón­leikur skal vera fyri øll, - eis­ini tey, sum ikki fáa tón­leikin við sum førning heim­an­í­frá - so standa vit framm­an fyri einari greið­ari avbjóðing.

 

Tónleikur er ikki bara und­ir­hald. Tónleikur er ein máti at skilja og mynda heim­in upp á, ein partur av hug­vísindum og ein kelda til kritiska hugsan. Í eini sam­tíð, har vit flyta okk­um alsamt longur inn í ein tal­gild­an veruleika, har sam­bondini ofta eru stýrd av al­gor­it­m­u­m og skjótum tilfari, hev­ur hugvísindaliga gransk­ing­in - og millum teirra tónleikurin - eina á­hald­andi skyldu at spyrja, spegla og skapa.

 

“Andborin dubbing”

 

Hetta er ikki bert ein spurn­ing­ur um listaligt frælsi ella ment­an­ar­ligt fjølbroytni. Hetta er eisini ein neyðug við­merk­ing til aktuellu ge­o­pol­it­isku støðuna, har mangt er í broyting í hes­um árum. Danski út­búgv­ing­ar­mál­a­ráð­harrin Mattias Tes­faye mælir í samrøðu við Week­end­a­vis­en til, at skúlin skal vera ein “innari verjugarður“ í ein­um sam­felagi merkt av kríggj­um og krepp­um (“Åndelig oprustning”, Week­end­av­is­en 30. januar 2025). Tes­faye sigur beinleiðis, at tað er ikki nóg mikið við hern­að­ar­lig­ari dubbing um hin “and­borna dubbingin” ikki fylg­ir við.

 

Hetta er ein nýggj kós, har klass­isk myndan (“dan­nelse”), mentanarføri og fel­ags­skap­ur aftur skulu rað­fest­ast, eftir at útbúgvingarskipanin í eina kvarta øld hevur stevnt held­ur einoygt eftir STEM-drivnum effek­ti­vi­t­eti (STEM = Science, Tech­nology, Engineering, Math­e­mat­ics). Talan er um eitt aft­ur­svar til ein tíðaranda sein­astu áratíggjuni, har ú­t­búgv­ing­ar­pol­i­tikk­ur hev­ur snúð seg um at menna "ar­beiðs­markn­að­ar­klár­ar" borg­ar­ar. Men sum Tesfaye sig­ur, so hevur skúlin eisini eina mynd­andi uppgávu: at geva næm­ing­um og lesandi møguleikan at byggja ein sterkan sam­leika, vitanarmentan og eitt "vit" heldur enn einans "eg". Hetta er eisini okkara av­bjóð­ing her heima í Før­oyum.

 

Hugvísindi í hernaðarbúna?

 

Sangur og tónleikur í skúla­num eiga eyðsæð eisini at snúgva seg um annað og meir enn bara nationalismu og patr­i­o­tismu, og vit eru utt­an iva mong, ið vildu verið umrøddu vápn­a­dubb­ing­ina fyri uttan. Tos­ið um andborna dubb­ing nert­ir kortini við nak­­að týdn­ing­ar­mik­ið. Tey, sum arbeiða við bæði lívi og sál við list, ment­­an og hugvísindum kunnu fegnast um nýggju kós­ina, ið Tesfaye v.fl. sting­a út í kortið. Kendi danski sálarfrøðingurin Svend Brinkmann hevur eis­ini í viðtali við somu Week­end­avisen mælt til, at Ev­ropa má taka bar­dag­an upp móti Trump við at finna seg sjálvt av nýggj­um við støði í egnum and­born­um siðvenjum og klass­isk­ari myndan (“Til kamp mod Trump med HCA”, Week­end­a­visen 19. februar 2025).

 

Eyðsæð hava at­finn­ing­ar av góðum grundum eisini ver­ið av brádliga íkomnu kósi­ni hjá útb­úg­ving­ar­mál­a­ráð­harr­a­num Tesfaye. At ynskja upp­rað­fest­ing og “dubbing” av ment­an og andbornum virð­um er eitt lætt keypt hjarta­mál, sum Kathrine Tsch­emer­insky eisini vísir á í odd­a­grein (“Åndens nedlagte kaserner”, Weekendavisen 6. apr­íl 2025). Danir hava í mong ár svøltað og niður­rað­fest hugvísindi, sum í ­dag eru ein skuggi av tí, sum einaferð var. Í tíð­ar­skeið­num frá 2010 til 2023 vóru heili 114 hugvísindaligar út­búgv­ingar niðurlagdar, og sein­astu 10 árini er upptøkan av hug­vísi­nd­a­lig­um lesandi minka niður í nær­um eina helvt.

 

##med3##

 

Danmark og Noreg hvør sína kós

 

Í áðurnevndu samrøðu mæl­ir Tesfaye til, at hug­vís­ind­a­ligu fakini ikki bert hug­savna seg um at dyrka tann kritiska sans­in, men at hugvísindi eis­ini dyrka tað, sum er savn­andi fyri menniskju: søga, krist­in­dóm­ur, mál­læru­grein­ir­nar og listaligu fakini. Her kunnu danir eitt nú hyggja eft­ir granna­tjóð­ini Noreg, har tey leingi hava raðfest hug­vísindi og hava sæð hetta sum sjálvsagdan part av tjóð­ar­byggingini.

 

Jesper Eckhardt Lars­en, professari í út­búgv­ing­ar­frøði, hevur framt kom­par­a­tiva gransking av hug­vís­ind­um í m.a. Danmark og Nor­egi. Í samrøðu við Uni­av­is­en (”Hvorfor poster Nor­ge penge i humaniora, når Dan­mark sparer?”, Uniavisen 25. mars 2021) vís­ir hann á, at í Noregi hava hugvísindi søguliga verið mett sum eitt grundarlag fyri mentanarligari sjálv­s­fat­an, og at alt tað politiska spektrið tekur undir við hes­um. Pen­ing­ur verð­ur settur av til hug­vís­ind­a­liga gransking, og breiður pol­i­tiskur stuðul er til end­a­málið. Í Danmark hava pol­it­isk­ar røddir á høgra­vong­i­num mangan sett spurn­ing við týdningin av hug­vís­inda­ligari gransking og hava eisini mælt til nið­ur­skurð­ir.

 

Ymsar orsøkir eru til hes­ar munir. Noreg er ein yngri tjóð enn Danmark, og tjóð­ar­byggj­andi átøk hava havt størri og meira sjálvsagda und­ir­tøku. Í tíðini eftir Seinna heimsbardaga var breið pol­it­isk semja um, at hug­vís­indi vóru ein týdn­ing­ar­mik­il part­ur av ment­an­ar­ligu endurbyggingini av sam­fel­ag­num. Hetta sjón­ar­horn er framvegis gald­andi í Noregi, meðan tað í Dan­mark er vikn­að. Ein onnur orsøk, ið Lar­sen vísir á, er, at Noreg hev­ur megn­að at gera lærar­a­út­búgv­ing­ar­nar til ein part av uni­ver­s­i­tet­u­num. Hetta hækk­aði støðið á læraraútbúgvingunum og gjørdi eis­ini universitetini meira fólkslig.

 

Hugvísindi í Føroyum

 

Í Føroyum kunnu vit helst eis­ini fegnast um nýggju kós­ina hjá Tesfaye og co., tí eitt sind­ur provokerandi kann stað­fest­ast, at tað, sum dan­ir stinga út í kortið á út­búgv­ing­ar­øk­i­num, kemur fyrr ella seinni hendaveg. Vit mugu kortini vita, hvørji vit eru, og hvaðani vit eru kom­in. Á henda hátt eru vit betri ílatin til kom­andi tíðir. Í Føroyum hava vit eisini havt eina týð­andi mentan innan hug­vís­ind­aliga gransking. Vert er at minnast til, at fyrsti rekt­ar­in á setrinum, Christian Matr­as (1900-1988), eisini var skald. Latið okkum finna ugga og kós í hesum sym­bolska og listaliga út­gangs­støði.

 

Eitt endamál við tón­leik­a­út­búgv­ing her á landi má vera at menna und­ir­vís­ing­ar­hætt­ir­, sum samantvinna tón­leik­a­sið­venjur við samtíðar hugsan og tal­gild­ar møguleikar uttan at missa sambandið við upp­runan. Hetta krevur virð­ing fyri týdn­inginum av tón­leik­a­sið­venju sum livandi ment­an og sum partur av eini hugvísindaligari heild­ar­mynd.

 

Sangur og tónleikur koma ikki av sær sjálvum

 

Sang­ur og tónleikur koma ikki av sær sjálv­um. Hesi so týðandi fyri­brigdi vaksa fram úr nær­lagd­ari undirvísing, eld­huga og einum liv­andi mentanarligum um­hvørvi. Mín gransking vís­ir, at føroyska tón­leik­a­ment­an­in er bæði sermerkt og al­heims­við­kom­andi – men eis­ini viðbrekin.

 

Í und­ir­vís­ing­ar­verk­i­num eru viðurskifti, ið krevja átøk. Skal tón­leik­ur ikki gerast ein val­frí íløga í einari eff­ek­ti­v­i­ser­ings­ment­an, má rað­fest­ing til. Røddir úr granna­lond­u­num, ið tala fyri “and­bornari dubbing” og tjóð­ar­bygging gjøgnum hug­vís­indi, kunnu eisini fáa okk­um at hyggja er­ligt eftir okkara egnu við­ur­skift­um: Hvussu tryggja vit, at øll børn og ung í Før­oy­um fáa møguleikan at menna sítt tónlistaliga mál – eisini tey, sum ikki fáa tónleik við heimanífrá?

 

Við gransk­ingini ynski eg at varpa ljós á, hvussu før­oysk­ur samleiki og sið­venj­ur verða tulkaði í tón­leik­a­und­ir­vísing. Tal­an er ikki bara um varð­veitslu, men um at menna tón­leika­sið­venju í einum veru­leika merktum av broyt­ing­um. Tað krevur eina und­ir­vís­ing, sum bæði spegl­ar sam­tíð­ina og gev­ur fast­an gróðr­ar­botn. Og tað krev­ur, at vit tora at spyrja: Hvat vil tað siga at vera “før­oysk­ur” í tónleiki – í gjár, í dag og í morgin?

 

##med4##