Í ár er Tvøroyrar Hornorkestur vertur fyri Musikkstevnuni

Í ár er Tvøroyrar Hornorkestur vertur fyri Musikkstevnuni, ið verður dýrabiðidag 16. mai.

 

Á Musikkstevnuni hittast horn- og harmoniorkestur úr øllum Føroyum at spæla eina konsert hvør sær og saman.

 

Konsertin verður hildin í SALT kl. 13:30.

 

Fyrsta Musikkstevnan varð hildin í Vestmanna í 1966, og síðani tá hava orkestrini skiftst um at verið vertir, og verður hendan Musikkstevnan tann 59. í røðini.

 

Verið hjartaliga vælkomin til Musikkstevnuna á Tvøroyri, skrivar Tvøroyrar Hornorkestur.