Í minsta lagi 11 fólk doyðu í dag og 52 løgreglufólk fingu skaða undir mótmælisgongum móti stjórnini um alt Kenya.
Tað sigur kenjanska løgreglan í eini fráboðan sambært Reuters.
Løgreglan sigur ikki, hvussu ofrini vórðu dripin ella hvør drap tey, men sambært Reuters skeyt løgreglan skot undir mótmælisgongunum.
Ein journalistur frá tíðindastovuni var til staðar á mótmælisgongu í Kangemi, sum er ein útjaðari í høvuðsstaðnum, Nairobi. Her sá journalisturin, at løgreglan skeyt beinleiðis eftir nøkrum av mótmælisfólkunum.
Eagle Nursing Home sjúkrahúsið í Kangemi upplýsir, at tað hevur fingið fleiri særdar sjúklingar, og at tveir sjúklingar við skotsárum eru deyðir.
Kenyatta National Hospital, sum liggur í einum øðrum parti av Nairobi, viðgjørdi 24 særd fólk, sum vóru til staðar á mótmælisgongunum í dag, men sjúkrahúsið greiddi ikki nærri frá, hvat slag av skaðum sjúklingarnir fingu.
Mótmælisfólkini vóru á gøtunum í sambandi við 7. juli, sum er ein politiskur hátíðardagur í Kenya, og endaði við samanbrestum við løgregluna.
Fyri júst 35 árum síðani - 7. juli 1990 - mótmælti andstøðan í Kenya og kravdi, at ein demokratisk fleirflokkaskipan varð sett í gildi í landinum.
Mótmælisgongurnar slóðaðu fyri, at fólkaræðislig val við fleiri flokkum skuldu haldast í 1992 fyri fyrstu ferð í meira enn 20 ár.
Kenjarar fóru eisini út á gøturnar í juni, har mótmælisgongurnar førdu til samanbrestir millum luttakarar og løgregluna. Samstundis vórðu fleiri túsund fyritøkur í Nairobi vandaliseraðar av í høvuðsheitum ungum monnum.
Mótmælisgongurnar vórðu skipaðar fyri at markera fyrsta ársdagin fyri stórar mótmælisgongur móti skattahækkingum, sum vóru í Kenya í juni 2024, og fyri at vísa ónøgd við kenjanskar myndugleikar.
Mótmælini gjørdust harðari, tá kenjanski aktivisturin Albert Ojwang doyði í juni, meðan hann var í varðhaldi hjá løgregluni.
/Ritzau/
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##