Sambært almennum miðlum í Iran hevur iranska tjóðartingið samtykt eitt lógaruppskot um at steðga samstarvinum við altjóða kjarnorkustovnin, IAEA.
Hetta veit Reuters at siga í morgun, og tíðindastovan endurgevur iransku tíðindastovuna, Nournews.
IAEA er stovnur undir ST, sum arbeiðir við at fremja "friðarliga" nýtslu av kjarnorku og forða fyri spjaðing av kjarnorkuvápnum.
Lógaruppskotið, sum iranska tjóðartingið hevur samtykt, skal eisini góðkennast av iranska trygdarráðnum, áðrenn tað verður sett í verk.
Avgerðin hjá Iran kemur í einari tíð við veksandi spenningi millum Iran og tann partin av heiminum, sum ikki vil, at Iran fær kjarnorkuvápn.