Avtala um umvæling og umbygging av Fuglafjarðar skúla

Fuglafjarðar kommuna og Heildarverk hava gjørt avtalu um umvæling og umbygging av 64-skúlanum

Fuglafjarðar kommuna hevur hósdagin 3. juli 2025 gjørt avtalu við Heildarverk, sum høvuðsarbeiðstakara, til umvæling av 64-skúlanum. Hetta er tann partur av skúlanum, sum millum annað hýsir framhaldsdeildini í skúlanum.  Sáttmálaupphæddin er 34,9 mió. kr. og sáttmálatíðarskeiðið frá 2025 til 2027.

 

Torfinn Nón og Jan Mohr frá Heildarverk, og Dávur Juul borgarstjóra undirskrivaðu sáttmálan.