Íverksetarafyritøkur til Føroyar at leggja fram fyri íleggjarum

Tann 9. mai fara 23 íverksetarafyritøkur úr Føroyum, Svøríki, Danmark, Bretlandi, Noregi og Íslandi at kappast um bestu íverksetaraverkætlanina á altjóða ráðstevnuni TONIK 2025, ið verður hildin í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn.

Luttakandi fyritøkurnar eru íverksetar innan heilsutøkni, havtøkni, kunningartøkni og annað. 18 av fyritøkunum eru útlendskar og 5 av fyritøkunum eru føroyskar.

Lagt verður fram fyri einum paneli av útlendskum og føroyskum dómarum, ið skulu meta um bestu verkætlanina.

Høvuðsvinningurin er 70.000 krónur ímeðan annar og triði vinningur eru ávikavist 20.000 krónur og 10.000 krónur.

Fleiri enn 60 fyritøkur luttaka á TONIK 2025 og væntandi verða um 700 fólk - sum umboða íverksetarafyritøkur, vinnuvirkir, tænastufeløg, fíggjarstovnar og íleggjarar.

Afturat kappingini verða eisini nógvir áhugaverdir fyrilestrar og framsýning av list og lista-installatiónum. Ráðstevnan er ein heildaruppliving, ein heilur dagur frá morgni til myrkurs við fyrilestrum, tónleiki og listarligum upplivingum. Tað vera tríggir pallar við kveikjandi og læruríkum fyrilestrum um eitt nú leiðslu, marknaðarføring, vitlíki, havtøkni, KT trygd, burðardygd, gaming, list og íløgur.

Hetta er triðja árið at skipað verður fyri stórslignu og festival líknandi ráðstevnuni, sum hevur verið útseld hvørt ár. Les meira um ráðstevnuna á www.tonik.fo

Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK og Elektron er høvuðsstuðul í 2025.