Tað var føroyingauppgerð í kvøld í donsku steypakappingini í hondbólti hjá kvinnum.
Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg tók á heimavølli í Fælledhallen móti Janu Mittún og hennara liðfeløgum í Viborg í áttandapartsfinaluni í Santander Cup, sum danska steypakappingin nevnist.
Tað eydnaðist Viborg at vinna dystin 29-27. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14.
Jana gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Viborg við fýra málum. Harumframt legði Jana upp til trý mál. Súna megnaði ikki at skjóta mál, men hon legði upp til tvey mál (assists).
Í komandi viku fara liðini hjá Súnu og Janu í gongd við dystirnar í bestu donsku kvinnudeildini. Fríggjakvøldið 6. september tekur Viborg móti Sønderjyske á heimavølli.
Fyrsti dysturin hjá Skanderborg verður leiktur á útivølli sunnudagin 7. september móti Aarhus United.