KA tapti móti liðnum sum læt Ísafjarðasúluna í sínari tíð

Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir drógu svart í útidysti á Ísafirði

Seinnapartin spældu Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í KA Akureyri dyst á útivølli í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Dysturin var leiktur á útivølli á Kerecisvøllinum í Ísafirði móti liðnum Vestri, ið saman við býarfeløgunum, Hørði í sínari tíð lótu Ísafjarðarbikarið og Ísafjarðarsúluna til føroysku liðini at kappast um árini millum 1955 og 1988.

 

Dysturin endaði við einum 1-0 sigri til Vestri, ið skoraði sigursmálið í 35. minutti. Jóan Símun var á vøllinum í 85 minuttir. 

 

KA er fjórðaftast í deildini við 12 stigum fyri 11 dystir. Teir hava tó bert tvey stig upp til ÍBV, ið er á sætta plássinum, ið gevur atgongd til ovara endaspælið aftaná lokið grundspæl. 

 

Í annaðkvøld klokkan 20.15 taka Gunnar Vatnhamar og Víkingur Reykjavík móti KR á heimavølli. 

 

Komandi sunnukvøld klokkan 20.15 tekur liðið hjá Jóan Símuni móti liðnum hjá Gunnari á Akureyrarvøllinum.