Ein og hvør avtala millum USA og Russland um at enda kríggið í Ukraina skal fevna um bæði Ukraina og ES.
Tað sigur uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Kaja Kallas, í skrivligari viðmerking sambært tíðindastovuni Reuters.
- USA hevur valdið at tvinga Russland til álvarsligar samráðingar. Ein og hvør avtala millum USA og Russland skal hava Ukraina og ES við, tí talan er um trygdina hjá Ukraina og øllum Evropa, sigur hon.
Kaja Kallas upplýsir víðari, at hon fer at kalla inn til bráðfeingis fund hjá uttanríkisráðharrunum í ES mánadagin.
Her fara londini í felag at umrøða "næstu stigini" frá sjónarhorninum hjá bæði ES og Ukraina.
- Meðan vit arbeiða fram ímóti einum varandi og rættvísum friði, er altjóðarætturin púra greiður. Øll fyribils hersett øki hoyra til Ukraina, heldur Kallas fram.
Í felags yvirlýsing í dag segði Danmark saman við norðurlendsku og baltisku londunum, at londini standa fast í sínum "ótroyttiliga stuðli til fullveldið hjá Ukraina".
- Vit eru til reiðar at stuðla diplomatiskt, samstundis sum vit varðveita okkara munandi hernaðarliga og fíggjarliga stuðul til Ukraina, stendur í fráboðanini, sum danska forsætismálaráðið hevur almannakunngjørt á heimasíðuni.
Danmark, Svøríki, Noreg, Finnland, Ísland, Estland, Lettland og Litava eru avsendarar.
Fráboðanin hjá uttanríkispolitiska leiðaranum í ES um bráðfeingis fundin kemur eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, leygardagin boðaði frá, at hann fer at hitta russiska forsetan, Vladimir Putin, 15. august.
Teir báðir leiðararnir skulu á fundinum umrøða, hvussu Russlands trý og eitt hálvt ár langa kríggið í Ukraina kann endast.
- Vit fegnast um tiltakið hjá Trump forseta, tí tað fer at vera við til at fáa enda á krígnum og leggja grundarlagið undir einum rættvísum og varandi friði, sum tryggjar Ukraina trygdina og stabilitetin í Evropa, stendur í fráboðanini frá norðurlendsku og baltisku londunum.
Hetta er fyrsti fysiski fundurin millum leiðararnar síðani 2019.
Fundurin millum Trump og Putin verður hildin í amerikanska statinum Alaska. Eitt øki, sum var russiskt, til Russland seldi tað til USA í 1867.
Trump hevur sagt, at ein avtala kann fevna um, at londini bæði skifta øki.
Men eingin háttur at geva ukrainskt øki kemur upp á tal. Tað hevur forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskij, lagt dent á í einum uppslagi um X.
- Svarið uppá spurningin um ukrainskt øki er longu at finna í ukrainsku grundlógini. Eingin fer at víkja frá tí - og tað fer eingin at kunna.
/Ritzau/