VIDEO: Áki legði aftur upp til mál hjá Ranheim

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Lyn Oslo-Ranheim 2-1 (1-1)

Áki D. Samuelsen hevur nú skorað og lagt upp til 11 mál í næstbestu norsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið. 

 

Áki og liðfelagarnir taptu í dag 1-2 fyri Lyn Oslo á útivølli.

 

Lyn legði seg á odda í 10. minutti, men bert tveir minuttir seinni javnaði Ranheim til 1-1. Áki sendi eitt gott hornaspark í pannuna hjá Jonas Pereira, ið stútaði bóltin í netið til 1-1.

 

Men so kom ein óeydnisløta hjá Ranheim. Í 36. minutti fekk Famara Camara hjá Ranheim beinleiðis reytt kort fyri eina grova takkling, og tá seinni hálvleikur var bert fýra minuttir gamal gjørdi Håkon Rosten sjálvmál, so Lyn legði seg á odda 2-1. Áki var tikin av vøllinum í steðginum.

 

Ranheim er nummar átta í deildini við 27 stigum. Bert málmunurin skilir teir frá sætta plássinum, ið gevur rættin til at spæla uppflytingardystir aftaná lokið grundspæl. 

 

Mánakvøldið 18. august spælir Ranheim dyst á útivølli móti Aalesund, ið er triðfremst í deildini. 

 

HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Lyn Oslo-Ranheim 2-1 (1-1). Frásøgumaðurin nevnir hvussu gott uppleggið hjá Áka er til 1-1 málið:

 

##med2##