Tað endaði við 3-2 sigri til gestirnar, tá ið teir næstbestu hjá KÍ í kvøld høvdu vitjan av ÍF.
Sigursmálið skoraði veteranurin Karl Løkin í síðstu sekundunum. Tað var eftir upplegg frá Rúnar C. Johnsson.
Karl Løkin var tvífaldur málskjðutti, tí 20 minuttir undan leikloki legði hann ÍF á odda 2-1, tá ið hann umsetti brotsspark til 2-1 ÍF leiðslu. Seks minuttir eftir, at ÍF hevði lagt seg á odda 2-1, var tað Ezra Lukaman, sum javnaði til 2-2. Uppleggið átti Páll Müller.
Tað var annars KÍ, sum miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði seg á odda 1-0, tá ið Kristoffur Jakobsen umsetti brotsspark til mál.
Fimm minuttir eftir steðgin var tað Atli Djurhuus Petersen, sum javnaði til 1-1. Dánjal á Lakjuni átti uppleggið. Og so var tað, at Karl Løkin skoraði tvær ferðir, og at ÍF vann 3-2.
Fyri KÍ liðið í kvøld var tað merkisvert, at tað millum teir fyrstu ellivu vóru nógvir ungir klaksvíkingar. Saman við teimum vóru Kristoffur Jakobsen, Heðin Klakstein og Børge Petersen, sum spældi fyrra hálvleik. At hann ikki var við eftir steðgin kundi bent á, at hann verður á listanum, tá ið besta KÍ liðið í morgin fer at spæla heimadyst ímóti TB.
Sigurin í Klaksvík í kvøld ber viðsær, at ÍF er á sætta plássi við 11 stigum, og at KÍ er á sjeynda plássi við 10 stigum.
Hinir dystirnir í 8. umfari vera fríggjadagin: NSÍ – Víkingur, Skála – EB/Streymur, 07 Vestur – AB og B71 – B36.