- Trý partrolarapør eru í løtuni til fiskiskap eftir upsa, og tvey pør fiska gulllaks, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tveir ísfiskatrolarar fiska undir Føroyum. Teir fiska svartkalva, upsa og annan djúpvatnsfisk.
- Ein djúpvatnstrolari er í bretskum sjógvi og fiskar svartkalva, og ein fiskar svartkalva undir Føroyum.
Av teimum smáu trolbátunum, eru tveir norðanfyri, har teir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski.
- Trolbátarnir koma inn at landa miðsleiðis ella síðst í næstu viku.
Um garnaskipini, sum eru til fiskiskap og sum í løtuni eru fýra í tali, verður sagt soleðis:
- Trý fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap. Eitt fiskar havtasku. Væntand koma øll inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.