Karstin við nýggjum sangi

Countrysangarin Karstin Danielsen hevur útgivið nýggjan sang

Í dag hevur Karstin Danielsen útgivið nýggjan sang. Hetta er amerikanskur country-gospelsangur, sum Mikkjal Joensen, sáli, týddi til føroyskt.

 

Søgan um sangin, sum hevur føroyska heitið “Fylgjast í himli við tær”, skal vera, at Carl L. Trivette var sum tannáringur á kristnari legu, har hann hitti gentuna, sum hann seinni gifti seg við. Sum tey spáka sær ein kvøldtúr hond í hond í vøkru nátturuni, sigur hann frá: »Tað var so ljóst úti, at tað var sum sólin júst var farin aftur um skýggini, og tað var fullmáni. Eg var so forelskaður og góður við gentuna, so eg fór at hugsa um lívið, hvussu tað kann vera, og um lívið aftaná heima í himli. Eg vildi so gjarna kunnað gingið hond í hond í allar ævir við elskaðu gentu mínari.«

 

Tá ið Carl L. Trivette kom heim, skrivaði hann sangin, sum nú er komin út í føroyskari týðing.

 

Sangurin er innspældur í Crossroads Studio í USA og í Introvers Studio í Føroyum.

 

Her ber til at hoyra sangin:

 

##med2##