Samráðingarnar um Ukraina í Istanbul byrja klokkan 8

Kelda sigur við russisku tíðindastovuna, at samráðingarnar um Ukraina í Istanbul byrja klokkan 10 lokala tíð í dag.

Samráðingarnar um Ukraina, sum skulu vera í Istanbul í Turkalandi hósdagin, byrja eftir ætlan umleið klokkan 10 lokala tíð - klokkan 8 okkara tíð.

Tað upplýsir ein ónevnd kelda við vitan um málið fyri russisku tíðindastovuni Tass.

Sambært kelduni verða samráðingarnar á Dolmabahçe Palace, og hurðin verður stongd fyri pressuni, leggur fráboðanin afturat.

Umboð fyri Russland og Ukraina hittast í dag í Istanbul fyri at royna at finna eina loysn á krígnum í Ukraina.

Í gjárkøldið almannakunngjørdi russiska stjórnin ein lista yvir umboð, sum hon sendir til samráðingarnar - og forsetin í landinum, Vladimir Putin, stóð ikki á listanum.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, fór í gjárkvøldið til turkiska høvuðsstaðin, Ankara.

Sambært Reuters hevur tó ein ónevndur ukrainskur embætismaður upplýst, at Zelensky hevur sagt, at hann bert fer at luttaka í samráðingunum, um Putin eisini luttekur.

 

Ritzau/Reuters