Kjartan vann á Teis og Peter Krogh

Føroyingauppgerð var í fyrsta umfarinum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Uppgerð var millum tríggjar føroyska landsliðsleikarar í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.

 

Liðið hjá Kjartani Johansen, Lemvig-Thyborøn tók á heimavølli móti liðnum hjá Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh, HC Aarhus.

 

Tað eydnaðist Kjartani og liðfeløgunum at vinna dystin 26-23. Í steðginum var heimaliðið á odda 12-10.

 

Tað leikaði leingi javnt á í seinna hálvleiki. Tá 51 minuttir vóru leiktir var støðan javnleikur 21-21. Tá eydnaðist Lemvig-Thyborøn at leggja seg á odda 24-21, og teir vóru á odda tað sum eftir var av dystinum.

 

Kjartan skoraði tvey mál fyri Lemvig-Thyborøn, og Teis skoraði tvey mál fyri Aarhus.

 

Leygardagin 14. september verður aftur føroyingauppgerð. Tá skal Kjartan við liðfeløgum sínum royna seg móti liðnum hjá Boga Hansen, Leivi Mortensen, Janusi og Jónasi Djurhuus, FIF á útivølli.

 

Sunnudagin 15. september verður eisini føroyingauppgerð. Tá skulu Teis og Peter Krogh saman við sínum liðfeløgum á heimavølli spæla móti liðnum hjá Pæturi Mikkjalssyni og Paula Mittún, Team Sydhavsøerne.