Knapt 54.800 fólk í Føroyum

1. mars búðu 54.784 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 334 fólkum, ella 0,6 prosentum, seinastu tólv mánaðirnar

 

Vøksturin var minni enn í undanfarnu tólv mánaðunum, tá hann var 0,7 prosent.

 

Fólkavøksturin, sum tók dik á seg í 2014, náddi toppin á sumri í 2019, tá fólkatalið vaks við umleið 900 fólkum ella 1,8 prosentum uppá eitt ár. Síðan tá er fólkavøksturin støðugt minkaður niður í ein triðing, og seinastu tólv mánaðirnar vaks fólkatalið við 334 fólkum, sum svara til 0,6 prosent. Burðaravlopið og nettoflytingin fyltu á leið hvør sína helvt av vøkstrinum seinasta árið. 

 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

 

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 159 og eini nettoflyting á 175 fólk. Tá hesi mátini verða sett í mun til fólkatalið, svarar tað til eitt burðaravlop á 2,9 børn fyri hvørji 1.000 fólk, og eitt nettoavlop á 3,2 fólk fyri hvørji 1.000 fólk. Bæði burðaravlopið og nettoflytingin vóru minni enn frá 1. mars 2023 til 1. mars 2024. Tá var burðaravlopið á 3,0 og nettoflytingin á 3,7 fyri hvørji 1.000 fólk.

 

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

 

Trendurin fyri flytingarnar gevur ábending um, at gongdin í tilflytingini ikki minkar eins nógv og áður, meðan minkandi gongdin í fráflytingini heldur fram.

 

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum mánað fyri mánað. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

 

Trendurin fyri føðitalið gevur ábending um, at gongdin í føðitalinum, sum hevur verið spakuliga minkandi síðan 2020, er vend til ein vøkstur, meðan gongdin í deyðatalinum er meira støðug.

 

Seinasta árið vaks fólkatalið í 18 av teimum 29 kommunum. Størsti vøksturin var í Tórshavnar, Nes, Runavíkar, Sjóvar og Skálavíkar kommunu. Í teimum kommununum vaks fólkatalið serliga í Tórshavn, á Strondum, Á Toftum, í Saltangará og í Skálavík. 

 

Fólkatalið minkaði í níggju kommunum og var óbroytt í einari. Størsta minking var í Vágs, Sunda og Eiðis kommunu. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. mars 2024 og 2025.

 

##med2##