Knapt 54.850 fólk búðu í Føroyum 1. apríl — vøksturin var 0,6%

1. apríl búðu 54.845 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 311 fólkum, ella 0,6 prosentum, seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin var minni enn í undanfarnu tólv mánaðunum, tá hann var 0,7 prosent.

 

Tað skrivar Hagstovan.

 

Fólkavøksturin, sum tók dik á seg í 2014, náddi toppin á sumri í 2019, tá fólkatalið vaks við umleið 900 fólkum ella 1,8 prosentum uppá eitt ár. Síðan tá er fólkavøksturin støðugt minkaður niður í ein triðing, og seinastu tólv mánaðirnar vaks fólkatalið við 311 fólkum, sum svara til 0,6 prosent. Burðaravlopið og nettoflytingin fyltu á leið hvør sína helvt av vøkstrinum seinasta árið. 

 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

 

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 149 og eini nettoflyting á 162 fólk. Broytingin í mun til undanfarnu 12 mánaðirnar var í nettoflytingini. Orsøkin var, at tilflytingin minkaði meir enn fráflytingin minkaði. 

 

Tá burðaravlop og nettoflyting verða sett í mun til fólkatalið, svarar tað til eitt burðaravlop á 2,7 børn fyri hvørji 1.000 fólk og eitt nettoavlop á 3,0 fólk fyri hvørji 1.000 fólk. Samanborið við tíðarskeiðið frá 1. apríl 2023 til 1. apríl 2024 var burðaravlopið tað sama meðan nettoflytingin var minni. Tá var burðaravlopið á 2,7 og nettoflytingin á 4,2 fyri hvørji 1.000 fólk.

 

Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar, Nes, Sjóvar og Skálavíkar kommunu. Í teimum kommununum vaks fólkatalið serliga í Tórshavn, á Strondum, Á Toftum, á Argjum og í Skálavík. Aðrar bygdir við fólkavøkstri seinasta árið vóru Saltangará, Hvannasund, Leirvík, Sørvágur, Streymnes og Klaksvík. 

 

Fólkatalið minkaði mest í Vágs, Tvøroyrar og Viðareiðis kommunu. Í teimum kommununum minkaði fólkatalið mest í Vági, Froðba og á Viðareiði. 

 

 

Fólkatalið í kommunum og bygdum

 
    
apr 2024 – apr 2025    
 

 

 
aprílmunur  
 20242025persónar%
     
Tilsamans54.53454.8453110,6
Fugloyar kommuna4248614,3
- Hattarvík1418428,6
- Kirkja283027,1
Viðareiðis kommuna341326-15-4,4
- Viðareiði341326-15-4,4
Hvannasunds kommuna423434112,6
- Depil5500
- Hvannasund248266187,3
- Múli000-
- Norðdepil169162-7-4,1
- Norðtoftir1100
Klaksvíkar kommuna5.5035.516130,2
- Klaksvík5.1155.128130,3
- Árnafjørður6563-2-3,1
- Norðoyri15615710,6
- Ánirnar494900
- Mikladalur2826-2-7,1
- Trøllanes141400
- Svínoy313100
- Húsar394237,7
- Syðradalur, Kalsoy6600
Kunoyar kommuna14615264,1
- Haraldssund696900
- Kunoy778367,8
Fuglafjarðar kommuna1.6421.637-5-0,3
- Fuglafjørður1.6301.627-3-0,2
- Hellurnar1210-2-16,7
Eysturkommuna2.2902.302120,5
- Leirvík1.0441.062181,7
- undir Gøtueiði3531-4-11,4
- Gøtugjógv5551-4-7,3
- Skálafjørður, Eysturkommuna5500
- Norðragøta644640-4-0,6
- Syðrugøta50751361,2
Nes kommuna1.5481.598503,2
- Nes, Eysturoy382367-15-3,9
- Saltnes15716474,5
- Toftir1.0091.067585,7
Runavíkar kommuna4.3884.410220,5
- Oyndarfjørður121120-1-0,8
- Elduvík1412-2-14,3
- Funningsfjørður525759,6
- Æðuvík9988-11-11,1
- Glyvrar480476-4-0,8
- Lamba15115210,7
- Rituvík34135092,6
- Runavík585577-8-1,4
- Saltangará1.1781.210322,7
- Skipanes525423,8
- Søldarfjørður355341-14-3,9
- Lambareiði111219,1
- Skála768780121,6
- Skálafjørður13513721,5
- Funningur4644-2-4,3
Sjóvar kommuna1.2201.270504,1
- Innan Glyvur8781-6-6,9
- Kolbeinagjógv3028-2-6,7
- Morskranes2420-4-16,7
- Selatrað4442-2-4,5
- Strendur1.0351.099646,2
Eiðis kommuna785772-13-1,7
- Eiði702694-8-1,1
- Ljósá3332-1-3
- Svínáir5046-4-8
Sunda kommuna1.8061.796-10-0,6
- Norðskáli317316-1-0,3
- Oyrarbakki164152-12-7,3
- Oyri17918010,6
- Gjógv2219-3-13,6
- Haldórsvík11612265,2
- Langasandur434300
- Tjørnuvík444400
- Saksun111219,1
- Hvalvík264251-13-4,9
- Nesvík000-
- Streymnes321336154,7
- Hósvík325321-4-1,2
Tórshavnar kommuna23.22623.3681420,6
- Kollafjørður80481060,7
- Oyrareingir363825,6
- Signabøur152147-5-3,3
- Argir2.5292.575461,8
- Tórshavn14.08414.166820,6
- Kaldbak244255114,5
- Kaldbaksbotnur7700
- Mjørkadalur000-
- Sund1100
- Hvítanes106104-2-1,9
- Hoyvík4.6754.686110,2
- Norðradalur9900
- Syðradalur, Streymoy8800
- Kirkjubøur7473-1-1,4
- Velbastaður266259-7-2,6
- Hestur151616,7
- Koltur000-
- Nólsoy216214-2-0,9
Kvívíkar kommuna61261750,8
- Kvívík40140210,2
- Leynar118117-1-0,8
- Skælingur131300
- Stykkið3541617,1
- Válur4544-1-2,2
Vestmanna kommuna1.2621.256-6-0,5
- Vestmanna1.2621.256-6-0,5
Vága kommuna2.2072.21690,4
- Sandavágur1.0231.034111,1
- Miðvágur1.1401.139-1-0,1
- Vatnsoyrar4443-1-2,3
Sørvágs kommuna1.2371.255181,5
- Sørvágur1.1451.161161,4
- Bøur666600
- Gásadalur1317430,8
- Mykines1311-2-15,4
Skopunar kommuna477472-5-1
- Skopun477472-5-1
Sands kommuna53153100
- Sandur53153100
Skálavíkar kommuna1381773928,3
- Skálavík1381773928,3
Húsavíkar kommuna10511387,6
- Dalur363825,6
- Húsavík5965610,2
- Skarvanes101000
Skúvoyar kommuna333526,1
- Skúgvoy283027,1
- Stóra Dímun5500
Hvalbiar kommuna63464060,9
- Hvalba56957010,2
- Sandvík657057,7
Tvøroyrar kommuna1.7401.722-18-1
- Froðba268252-16-6
- Trongisvágur529528-1-0,2
- Tvøroyri861856-5-0,6
- Ørðavík2529416
- Ørðavíkslíð575700
Fámjins kommuna7472-2-2,7
- Fámjin7472-2-2,7
Hovs kommuna108107-1-0,9
- Hov108107-1-0,9
Porkeris kommuna321331103,1
- Porkeri321331103,1
Vágs kommuna1.3601.334-26-1,9
- Vágur1.3601.334-26-1,9
Sumbiar kommuna33533830,9
- Lopra7179811,3
- Sumba251247-4-1,6
- Víkarbyrgi000-
- Akrar1312-1-7,7