Kongshjúnavitjan verður í juni

Kongshjúnini koma til Føroya á almenna vitjan í døgunum 11. til 13. juni.

Hetta er fyrsta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning í Føroyum, síðan tey tóku við trónuni. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini.

– Eg gleði meg at bjóða teimum vælkomnum til Føroya sum kongshjún. Skráin er bæði umfatandi og fjølbroytt, og tí kunnu kongshjúnini gleða seg til nakrar spennandi dagar í Føroyum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður

Á ferðini vitja Kongshjúnini í Tórshavn, Vági, Fámjin, á Tvøroyri og á Eiði. Hjúnini fáa møguleika at uppliva føroyska mentan, náttúru og at heilsa upp á føroyingar í øllum aldri. Kongshjúnini fara av landinum aftur fríggjadagin 13. juni. 

Nærri kunning um vitjanarstøð og skrá kemur seinni.