André kom og sá og sigraði

Sammy Skytte var einasti málskjúttin, tá ið kátir HBarar við nýggjum manni á beinkinum vunnu øll stigini í Sarpugerði

Kreppa og kreppa og kreppa. Soleiðis hevur ljóðað aftur og aftur, og botnurin varð náddur, tá ið HB á heimavølli tapti 7-1 ímóti NSÍ.

 

Venjarin varð skiftur út. André Olsen er nýggjur fyribilsvenjari. Hvussu leingi nýggi venjarin fer at halda um stýrisvølin valdast eisini um, hvussu tað fer at laga seg.

 

Í kvøld í Sarpugerði styrkti André Olsen um sína støðu sum HB venjari.

 

Talan var um HB lið í heilt nýggjari útgávu. Hugburðurin var heilt øðrvísi, enn hann hevur verið fleiri tær seinastu ferðirnar. Tað var ein fyri allar og allir fyri ein. Liðið var umskipað eitt sindur. Undir liðini á Viljormi Davidsen í miðverjuni var Heðin Hansen, sum avrikaði ógvuliga sannførandi.

 

Leikskipanin var í kvøld 4-4-2, og serliga í verjuspælinum var talan um sera góða skipan.

 

Útstrálingin av beinkinum, har Tróndur Jensen og Teitur Matras Gestsson vóru undir liðini á venjaranum, var øðrvísi, enn hon hevur verið, og persónligu mistøkini vóru væl færr, enn tey hava verið.

 

Einasta málið skoraði miðvallarin Sammy Skytte, tá ið ein tími var farin. Hann smekkaði til av brotsteigarmarkinum, bólturin tók í ein av heimamonnunum og snýtti málverjan og so var 1-0 til HB.

 

So gekk tað fyri seg eftir treytunum hjá HB, sum fyrst og fremst bant um í verjupartinum og gav sær góðar stundir í sambandi við deyðbóltsstøður.

 

Tað bar við sær, at alt meiri strongdu heimamenninir vóru ørkymlaðir. Higartil í ár hava víkingarnir verið illa darvaðir av skaðum, og í kvøld varð ilt uppaftur verri. Atli Gregersen noyddist skaddur av vøllinum smáar tíggju minuttir eftir steðgin, og so var øll verjuketan nýggj sammett fyri einum ári síðani. Undir liðini á Inga Arngrímssyni, sum hevur spælt seinastu ferðirnar, varð Jónatan Lervig skiftur inn. Fyri stuttum vóru teir báðir, Ingi og Jónatan, miðverjar í næstbestu deildini, og nú vóru teir miðverjar í bestu deildini við Ragnari Skála og Inga Jonhardsson á vongverjunum.

 

Víkingur spældi seg til fleiri støður, men tað eydnaðist ongantíð at fáa bóltin framvið Bjarta Vitalis Mørk, og eftir tríggjar sigrar á rað mugu teir í Víkingi staðfesta, at teir eftir fyrsta triðing av kappingini eru sjey stig frá bronsuplássinum, sum HB er á, og sum André Olsen og hansara menn í kvøld styrktu um.

 

Tað er lætt at skilja, at lagið er gott í HB leguni, og at teir draga andan væl lættari, nú teir rigga til at fara úr Sarpugerði og suður aftur í Gundadal.

 

 

 

Víkingur – HB 0-1 (0-0)

 

0-1: Sam Skytte

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ragnar Skála, Atli Gregersen, Ingi Arngrímsson, Ingi Jonhardsson – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Árni Nóa Atlason, Sølvi Vatnhamar – Jákup Johansen, Jørgen Nielsen, Poul Kallsberg

 

HB: Bjarti Vitalis Mørk – Ási P. Dam, Heðin Hansen, Viljormur Davidsen, Lassana Faye – Dan í Soylu, Heini Sørensen, Noah Mnenéy, Sammy Skytte – Bartal Páll Klein, Jákup L. Thomsen