Tað var Bogi Rasmussen í Runavík, sum hevði bílagt bilin, sum kom til Føroya fyrst í 1976. Talan var um ein flottan og væl útgjørdan bil í mun til hinar Mark II, sum vóru í Føroyum tá.
Av tí at hann hevur so stóran motor, eru t.d. forskermarnir og motorhjálmurin eitt sindur longri enn á teimum vanligu Mark II. Motorurin hevur 150 hk.
Bogi Rasmussen átti bilin í eini 4 ár. Hann lakkeraði bilin svartan, stutt áðrenn hann seldi hann til Hans Berg Hammer í Klaksvík í 1980.
Petur Højgaard keypti bilin í 1985, og stóð hann sundurtikin umleið 25 ár. Hann fór síðan í gongd við at restaurera hann heilt frá grundini, og er hann í sera góðum standi.
Hann bleiv skrásettur í august 2011 við upprunaligu nummarplátunum: Fø 57.950. Tá bilurin var nýggjur, setti Bogi Rasmussen nummarpláturnar á bilin, og tað slapp hann aftur at gera í 2011.
##med2##
##med3##
Petur Højgaard hevur altíð havt stóran áhuga fyri bilum. Hann lærdi til bilmekanikara hjá Berg Motors. Hann hevur átt nógvar Toyota bilar, sum hann hevur sett í stand og selt. Hann sigur, at hann hevur átt umleið 25 Toyota Mark II. Hann og synirnar eiga fleiri gamlar Toyota og Lexus bilar.
Petur er limur í Føroya Ellisakførum, og er hann við til flaggdagskoyringina og onnur tiltøk hjá felagnum. Hann er serliga áhugaður í gomlum bilum frá tíðini, tá hann var ungur.
##med4##
##med5##
Toyota í Føroyum
Søgan um Toyota í Føroyum byrjar í 1963, tá fyrsti Toyota Stout kom til Rósing Rasmussen í Runavík, sum var Toyota umboð í Føroyum.
Áðrenn Rósing Rasmussen fór at selja Toyota, samstarvaði hann við Bilasøluna Norrøna hjá Peturi Háberg og Jens Christian Christiansen (Kissa) í Havn um sølu av bilum sum t.d. Triumph, Studebaker og Plymuth.
Í 1963 skaffaði ein dani, sum Rósing kendi, honum eina avtalu við eitt firma í Keypmannahavn. Hann fór so niður við Tjaldrinum og bleiv koyrdur út í Herlev, har hann fyrstu ferð sá Toyota Crown. Honum dámdi so væl hesar bilar, at tað førdi til eina avtalu um, at hann skuldi umboða Toyota í Føroyum.
Í 1964 komu Toyota Crown og Toyota Corona. Í 1966 kom fyrsti Toyota Corolla, og sama ár fekk hann umboð fyri svensku Scania Vabis lastbilarnar. Sølan av Toyota gekk so væl, at í mai 1976 kom Toyota nummar 1.000 til Føroya. Hetta var ein Toyota Crown 2600 Super Saloon.
Umframt bilverkstað í Søldarfirði hevði hann skrivstovu og eykalutagoymslu í Runavík og eina søludeild í Torfinsgøtu í Havn.
Toyota Mark II vóru framleiddir í ymiskum útgávum frá 1968 til 1976, tá teir vórðu avloystir av Toyota Cressida. Í 1980 yvirtók Reyni Service umboðið fyri Toyota í Føroyum.
Sosialurin, 7. februar 2025:
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
6.835 bilar í Føroyum í 1975
Tá ið dagsins bilur her á síðunum framleiddur í Japan í 1975 vóru bara 6.835 motorakfør skrásett í Føtoyum. Av teimum vóru 5.318 persónbilar. Last- og vøruvognar vóru 934 í tali, hýruvognarnir 321 , motorsúkklurnar vóru 180 í tali, og bussarnir 82. Árið fyri, í 1974, vóru skrásettir tilsamans 1.557 nýggir bilar. Í 1975 vórðu skrásettir 1.024 nýggir bilar, og 1.711 fólk tóku koyrikort í Føroyum í 1975.