Júst eitt ár eftir, at Margreta drotning boðaði frá, at hon legði frá sær, fer Fríðrikur kongur at halda sína fyrstu nýggjársrøðu í kvøld.
Her kanst tú lesa um røðuna og hvussu hon er gjørd:
* Fríðrik kongur heldur røðuna frá Fríðriks VIII Palæ á Amalienborg. Tað er í hesum húsinum, at kongshjúnini og børn teirra búgva.
* Kongurin heldur fram við siðvenjuni hjá kongsfamiljuni at senda nýggjársrøðuna beinleiðis nýggjársaftan. Sent verður á DR1 og TV 2 klokkan 18:00.
* 13 minuttir eru settir av til røðuna.
* Fleiri fólk í Forsætismálaráðnum og í Hóvinum hava verið við til at fyrireika røðuna, sigur politiski viðmerkjarin Hans Engell, sum í nógv ár hevur fylgt kongsfamiljuni og donskum politikki.
Júst hvussu nógv fólk vóru við, er tó óvist.
- Rundan um kongin eru hóvstjórin hansara og kabinetskrivarin við. Harumframt vænti eg, at Mary drotning hevur givið íblástur.
- Tilsamans verða trý ella fýra fólk frá Forsætismálaráðnum typiskt við: Røðuskrivarar og helst eisini forsætisráðharrin sjálvur, sigur Hans Engell.
* Fyrst ger forsætismálaráðið uppskot til nýggjársrøðuna. Kongurin brúkar síðani alt ella ein part av uppskotinum og ger røðuna lidna. At enda er røðan send til endaliga góðkenning í Forsætismálaráðnum.
- Forsætismálaráðið ger ikki av, hvørji evni kongurin fer at viðgera. Tey gera eitt uppskot, og so metir hann tað, sigur Hans Engell.
* Tað eru ongar reglur fyri, hvat nýggjársrøðan skal innihalda, men tað eru formlig ting, sum væntandi verða nevnd av Fríðriki kongi.
- Vit vænta eina tøkk til verjuna og løgregluna og til øll, sum eru til arbeiðis nýggjársaftan, og til tey, sum ansa okkum. Tað eru formlig ting, sum hann skal ígjøgnum, tí hann er okkara ríkisleiðari.
- Tað áhugaverda er, hvat hann velur sum fremsta evni í røðuni í ár, sigur Hans Engell.
* Margreta drotning endaði sína nýggjársrøðu við orðunum "Gud signi Danmark". Í bókini "Kongaorð" sigur Fríðrikur kongur, at hann fer at enda sínar nýggjársrøður á sama hátt.
- Tað er ein útsøgn, sum gevur mær gásarhold, hvørja ferð eg hoyri hana. Tey trý orðini endurspegla grundarlagið undir, hvørji vit eru og hvat okkara mentan og samfelag hvílir á, skrivar Fríðrikur kongur í bókini.
* Fyrireikingarnar til nýggjársrøðuna strekkja seg gjøgnum árið, men miðsavnaða arbeiðið varir í nakrar mánaðir, og sambært Hans Engell er uppskotið typiskt klárt umleið ein mánað áðrenn nýggjársaftan.
Kelda: Kongshúsið, Hans Engell, DR, "Kongeord" og danmarkshistorien.dk.
/Ritzau/