Konservativu peika á Troels Lund Poulsen

Síðani fólkatingsvalið í 2022 hevur verið ógreitt, hvør er forsætisráðharravalevnið hjá bláa blokki í Danmark, men nú peika tey konservativu á Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharra og formann í Vinstra

Forkvinnan í Konservativa Fólkaflokkinum, Mona Juul, peikar á Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharra og formanni í Vinstra sum forsætisráðharravalevni. - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Tað skrivar Berlingske eftir innanhýsis ósemjur í bláa blokkinum, tí eingin flokkur hevur alment boðað frá sínum forsætisráðharravalevni.

– Eg havi í eina tíð arbeitt við at bjóða Vinstra inn, og tað er natúrligt hjá mær at peika á Troels Lund Poulsen. Sum flokkar hava vit altíð havt ein sterkan ása, vit hava kunnað tosað saman, bæði tá tað hevur gingið væl og illa, og á einum hópi av økjum eru vit nær hvørjum øðrum, sigur forkvinnan Mona Juul (K) við blaðið.

 

/Ritzau/

 

Forkvinnan í Konservativa Fólkaflokkinum, Mona Juul, peikar á Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharra og formanni í Vinstra sum forsætisráðharravalevni. - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix