Korona fær eisini avleiðingar fyri ólavsøkuna í ár

Nøkur tiltøk verða avlýst, sigur Tórshavnar Býráð

Enn er ógreitt, hvussu koronutilmælini fara at vera á ólavsøku, men Tórshavnar Býráð ger tó greitt, at ólavsøkan verður. Og hon skal eisini fyrireikast og tískil hava Tórshavnar Ítróttaráð og Tórshavnar kommuna gjørt avtalu um, hvussu ólavsøkan skal skipast í ár.

 

Og tað er greitt, at korona fer eisini at fáa avleiðingar fyri ólavsøkuna í ár, tí hon verður ikki so fjølbroytt, sum vanligt. Tórshavnar býráð sigur, at í hesum sambandi er gjørt av, at tað verður einki tivoli á Skálatrøð, men ístaðin fyri fáa Tórshavnar Ítróttarráð, skótalið, og aðrir felagsskapir, pláss runt um í miðbýnum til básar, tjøld og undirhald.

 

– Somuleiðis er ætlanin, at verandi matstovur og skeinkistøð skulu sleppa at víðka um teirra virksemi út á torg og vegir, har tað er ráðiligt. Soleiðis varð eisini gjørt í fjør, men tískil verður ikki pláss hjá øðrum at seta upp tjøld og básar til sølu og spæl á kommunalum øki á ólavsøkuni í ár.

 

Tórsfest, ið er konsertin, sum Tórshavnar Ítróttarráð hevur skipað fyri á Vaglinum leygardagin áðrenn ólavsøku, er eisini  avlýst í ár.

 

Somuleiðis er gjørt av at strika stóra tónleikapallin, Tórspall, ið plagar at standa framman fyri Ráðhúsið ólavsøkuaftan- og ólavsøkudag. Í staðin er ætlanin at skipa fyri smærri framførslum og undirhaldi fyri børnum runt um í miðbýnum.


– Vit fylgja við gongdina og skipa ólavsøkuna í samráð við Koronuráðgevingina. Er smittuvandin lítil, fáa vit væntandi eina rættiliga vanliga ólavsøku. Er smittustøðan hinvegin ring, kann tað gerast neyðugt at avmarka ólavsøkuna og kanska at avlýsa ymsar partar av henni, sigur býráðið.