Í gjár vórðu 35 tilburðir av koronu staðfestur. Tað sigur Landslæknin í dag. Tað er ikki meiri enn gott helvtin av teimum tilburðunum, sum vóru í fyrradagin. Men orsøkin til, at talið er lækkað so nógv, er, at í gjár vóru bara 1.740 fólk kannað fyri korona og í fyrradagin vóru tað heili 3.359 fólk, sum vórðu kannað, ella næstan tvær ferður so nógv fólk.
So upp á seg vóru líka nógvir tilburður í gjár, sum í fyrradagin. Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey, sum vórðu staðfest smittað í gjár. Í løtuni eru 500 fólk smittað og sjey eru innløgd við koronu í Føroyum.