Korona staðfest á Landssjúkrahúsinum

Talan er um ein sjúkling og eitt starvsfólk, sum hava fingið koronu

Í gjár, leygardagin, varð staðfest at tvey fólk á Landssjúkrahúsinum høvdu fingið koronu. Sjúkrahúsverkið sigur í eini fráboðan í dag, at talan er um ein sjúkling, sum er innlagdur, og eitt starvsfólk á Landssjúkrahúsinum, sum eru smittað við koronu. Sjúklingurin er fluttur á koronudeildina og starvsfólkið er farið í sóttarhald.

Starvsfólkadeildin á Landssjúkrahúsinum og Landslæknin eru í tøttum samstarvi um smittusporingina. 

Sjúklingarnir sum liggja á raktu deildini, vórðu beinanvegin kannaðir fyri koronu, og øll kanningarúrslitini eru negativ. Sjúklingarnir eru nú fluttir á einastovur í 10 dagar og verða kannaðir aftur annað hvønn dag hesar næstu 10 dagarnar.

Starvsfólkini, sum hava verið í sambandi við tey bæði smittaðu, eru eisini kannað. Øll úrslitini eru ikki tøk enn, men, tey, sum hava fingið svar, eru negativ. Starvsfólkini eru farin heim í sóttarhald, og verða kannað aftur annað hvønn dag næstu seks dagarnar.

 

Taka nýggj stig í Sjúkrahúsverkinum
Fyri at binda um heilan fingur, tekur Sjúkrahúsverkið nú nýggj stig fyri at forða fyri, at koronasmittan kemur inn aftur á sjúkrahúsini. Hesi tiltøk ávirka sjúklingar og avvarðandi.

Nøkur av tiltøkunum eru:

Latið verður fyribils aftur fyri øllum vitjandi. Eru serligar umstøður, sum tala fyri, at ein sjúklingur fær vitjan, skal hetta avtalast við deildina.

Allir akuttir sjúklingar skulu vera í masku fyri nøs og munn til negativt kanningarúrslit fyriliggur. Sjúklingar skulu ikki flytast ímillum deildir og sjúkrahús, uttan har tað er alneyðugt.

Sjúkrahúsverkið fylgir gongdini neyvt og fer at gera neyðugar tillagingar, so hvørt støðan við koronu broytist, sigur Sjúkrahúsverkið.