##med2##
Korona er aftur farið at ganga av álvara og tað hava verið nógvir tilburðir hvønn einasta dag. Í hesum umfari er tað, fyri ein stóran part, børn og ung, sum fáa koronu, bæði skúlabørn, børn á dagstovnum, og børn og ung, sum heild. Nú er so eisini tað hent, at røktarheimið, Tjarnargarður, í Havn, eisini er rakt av koronu, bæði búfólk og starvsfólk.
Pál Weihe sigur, at av tí, at so nógv eru smittað, er tað eitt umfatandi arbeiðið at rekja smittuketurnar upp og tað er ikki altíð, tað eydnast til fulnar, so fólk verða alsamt smittað.
Í alt fjør, og í vár, hevur tað eitt aðalmál at halda koronu burtur frá eldrabústøðum, men tað er nettupp tað, sum er hent nú, og tá ið tað hendir, kann verða rættiliga alvorligt.
Pál Weihe sigur, at orsøkin til, at myndugleikarnir taka tað róligari nú, er tí at tey veiku, sum ikki tola koronu so væl, eru koppsett.
Men hann hevur kortini tvær ítøkiligar áheitanir á fólk. Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá