Tá løgreglan gjáramorgunin gjørdi ferðmátingar við Kaldbakstunnilin kollafjarðamegin vórðu fýra mál skrivað. Einn fekk klipp í koyrikortð, ein fekk treytaða frádøming av koyrikortinum og tveir fingu bót.
Og tá løgreglan í gjárkvøldið gjørdi ferðmátingar í bygdum øki í Søldarfirði, vórðu trý mál skrivað. Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið og ein fekk treytaða frádøming av koyrikortinum fyri at koyra nógv for skjótt – hann varð máldur at koyra 109 km um tíman í bygdum øki, har mest loyvda ferð er 50 km um tíman.