Kristian og Carl eiga nú Biltek í Trongisvági

Tá teir gjørdu av at keypa, vistu teir, at hetta er ein vælvirkandi fyritøka, og tað ger tað ikki verri, at bilverkstaðurin eisini hevur gott orð á sær

 

Hin 1. februar í ár yvirtóku Kristian Bertholdsen, sum býr í Sandvík og Carl Mikkjal Bech, sum býr á Tvøroyri, bilverkstaðin Biltek í Tongisvági. 

Teir keyptu alla fyritøkuna, sum Jákup Midjord, sum býr í Nesi í Hvalba, hevur átt og rikið í fleiri ár. 

Við í keypinum er eisini Magn-støðin, og í ovaru hæddini á bygninginum er ein íbúð á umleið 120 fermetrar, sum hevur verið útleigað.

Nýggju eigararnir hava báðir arbeitt á verkstaðnum, síðan teir byrjaðu at arbeiða og læra her, Kristian í 2008 og Carl Mikkjal í 2010.

Kristian er útbúgvin bilmálari, og Carl Mikkjal er útbúgvin bilmekanikari.

 

Biltek gott orð á sær

Báðir hava trivist væl á verkstaðnum, og her hevur sum oftast verið nógv at gera. 

 

Tá teir gjørdu av at keypa, vistu teir, at hetta er ein vælvirkandi fyritøka, sum eisini hevur hingið væl saman.

 

- Bilverkstaðurin hevur gott orð á sær, og tað er eisini neyðugt, tá tú ert í hesu bransjuni. Umhvørvið í Suðuroy er ikki so stórt, og tí ynskja vit sjálvsagt – eins og undanfarni eigarin – at viðskiftafólk vitja aftur, tá okkurt er, sum skal gerast.

 

Á verkstaðnum hjá Biltek, sum ger allar mekaniskar umvælingar, umframt plátuarbeiði og lakkering av bilum, eru fimm mekanikarar umframt bókhaldari.

- Eini 10 fólk eru knýtt at Magn-støðini, sum nýliga er dagførd og hevur nógv viðskiftafólk, tá her eisini er veiting av bensini og diesel, men øll hesi arbeiða sjálvsagt ikki fulla tíð. 

Eigararnir halda, at saman við leiðaranum á Magn-støðini eru umleið hálvt fjórða dagsverk í hesum partinum av fyritøkuni.

 

Allar umvælingar

- Á verkstaðnum kunnu vit gera allar umvælingar av persónbilum, og vit taka eisini el-bilar, har vit kunnu gera allar vanligar mekaniskar umvælingar – tó ikki battarípakkan.

Kristian Bertholdsen og Carl Mikkjal Bech siga, at á bilverkstaðnum eru góð amboð, og her eru eitt nú nútímans testarar og nútímans sporitól.

- Vit hava tvær maskinur til áfylling av freon til aircondition, ið er nakað, sum nógv gloyma. Nógvir bilar, sum koma til eftirlit, mangla freon á skipanini, og hetta er nakað, sum bileigarar ofta ikki hugsa um, men hetta hevur týdning, tí tað er við til at halda bilin so turran sum gjørligt. 

Biltek sýnar bilar og ger eisini tryggingarskaðar, bæði fyri Betri og Trygd, og her á verkstaðnum verða nógvir plátuskaðar afturgjørdir.

- Tað eru fáar lakkeringar fyri privat viðskiftafólk, tí tað er sjáldan, at fólk velja at sproyta ein bil av nýggjum. Her er tað tískil serliga tryggingarskaðar, sum vit fáast við, siga teir báðir.

 

##med2##

 

Álítandi fyritøka

Eins og undanmaðurin, leggja nýggju eigararnir stóran dent á, at Biltek er ein góður, dyggur og álítandi veitari og at tey arbeiði, sum bilverkstaðurin átekur sær, verða væl úr hondum greidd.

- Vit royna altíð at halda tað, vit lova, og vit leggja stóra dent á at veita eina skjóta og góða tænastu. Biltek hevur ein trúgvan kundaskara, og vit fáa eisini onkrar uppgávur norðanfjørðs.

Kristian Bertholdsen og Carl Mikkjal Bech hava eisini útvegað sær ein auto-trailaravogn, soleiðis at Biltek kann fara út og heinta bilar, sum standa uppsteðgaðir.

- Hetta er ein rímiliga stórur vognur, og hetta ger, at tað er nóg mikið hjá einum manni at fara út eftir bili, sum skal á verkstað, siga nýggju eigararnir av Biltek í Trongisvági.

 

##med3##