Føroyska manslandsliðið í kurvabólti hevur ment seg nógv, síðani teir tóku lut á sinum fyrstu oyggjaleikum í Jersey í 2015.
Í dag vunnu Føroyar triðja dystin á rað á kurvabólts-oyggjaleikunum í Ynys Mon.
Í dag vunnu Føroyar 68-58 á Guernsey. Í fyrra hálvleiki lá sera væl fyri hjá okkara monnum, ið vóru á odda 40-23, tá dysturin var hálvrunnin.
Føroyar hava eisini vunnið 63-62 á Jersey, og 83-65 á Oynni Man.
Í annaðkvøld klokkan 19 spæla Føroyar móti vertslandinum, Ynys Mon.
Fríggjadagin klokkan 11.30 spæla Føroyar móti Falklandsoyggjunum.