- Svimjihylurin og bókasavnið hava opið í páskafrítíðini.
Tað siga tey í Kvívíkar kommunu í dag.
- Svimjihylurin verður opin sum vanligt týskvøld, mikumorgun og leygarmorgun.
Í kommununi leggja tey aftrat, at bókasavnið verður eisini opið týskvøld frá klokkan 17 til 20.
- Nógvar bøkur eru komnar á hillarnar, so leggið endiliga leiðina framvið, siga tey í kommununi.