Nýggi landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, hitti í dag biskup, dómpróst, próst og umboð fyri Stiftsumsitingina.
Landsstýrismaðurin í kirkjumálum er evsta embætisvald í fólkakirkjuni, og biskupur er ráðgevi hansara í kirkjumálum.
Á fundinum greiddi biskupur frá fólkakirkjuni, bygnaðinum í kirkjuni, og yvirskipað var komið inn á nøkur aktuell mál og viðurskifti hjá fólkakirkjuni. Millum annað varð tosað um í næstum at fara undir eina tilgongd at seta ein integratiónsprest.
Biskupur fegnaðist um, at nógv er fingið av skafti, og at samstarvið millum fólkakirkjuna og Almanna- og mentamálaráðið er so gott. Millum annað fegnaðist biskupur um, at samgongan hevur tikið stig til at broyta MVG-lógina soleiðis, at MVG-afturbering nú eisini er tryggjað av byggiverkætlanum hjá fólkakirkjuni, og at diakonprestur og studentaprestur eru settir, eins og eitt ítøkiligt uppskot til kunngerð um samsýningar til kirkjutænarar og hjálparfólk nú liggur á borðinum.
Biskupur vísti landsstýrismanninum runt á Biskupsgarði. Landsstýrismaðurin gleðir seg til at halda fram í tí góða samstarvinum.