Tað líkist ongum, at kostnaðurin fyri koronukanningar av ferðafólki til Føroya verður rindaður úr landskassanum og sostatt eisini føroyska skattgjaldaranum.
Tað heldur Beinta Løwe, tingkvinna fyri tjóðveldi.
Beinta Løwe vísir á, at tað gevur ikki meining, at fólk á arbeiðsmarknaðinum skulu vísa hógv og ikki krevja lønarhækking orsakað av koronustøðuni, meðan ferðafólk verða koronukannað fyri einki, tá tey koma til Føroya.
– Higartil skal føroyski skattgjaldarin rinda 10 milliónir, so ferðafólk kunnu verða kannaði ókeypis fyri covid-19. Eg má spyrja, hví skulu føroyingar rinda fyri útlendsk ferðafólk, sum koma hendavegin? Sjálvandi skulu ferðafólkini rinda sjálvi. Hava tey ráð at keypa ein ferðaseðil hava tey eisini ráð at rinda fyri eina kanning, sigur Beinta Løwe í viðmerking í dag.
Heilsumálaráðið hevur longt sáttmálarnar við Smyril Line og Thetis, ið taka sær koronukanningunum á ávikavist Norrønu og flogvøllinum, og kanningarnar vera ókeypis fram til 31. juli.