“Listaprýðingin hjá Astri Luihn í musikkskúlanum í Tórshavn er ein hugvekjandi og ekspressiv samanrenning av teimum báðum økjunum, sum standa listakvinnuni allarnæst: tónlistin og myndlistin. Tónleikur verður visualiseraður í listaverkum, sum vísa til føroyska siðvenju og søgu, samstundis sum verkini spæla saman við arkitekturinum og kveikja skapandi hugsan og læring hjá teimum, sum hava sína dagligu gongd í húsinum. Astri Luihn er viðurkend listakvinna, ið hevur sett sín varandi dám á føroyska listaheimin. Hon er útbúgvin tónleikafrøðingur og hevur verið virkin listakvinna í fleiri áratíggju” -
Soleiðis sigur stjórin á Listasavninum, Solveig Hanusardóttir Olsen, í formælinum í bókini Listaljóð, ið nú kemur út.
Listaverkini og bókin lýsa føroysku tónleikasøguna úr víkingatíð til okkara dagar í tí symbolska og eyðkenda symfoniska stílinum hjá Astri Luihn, har livandi litir, dynamiskir formar og figurar renna saman. Útskorin relieff úr viði, mynda stórar fuglar á flogi, formar, strikur og skap, sum líkjast nótum og tónum.
Í bókini eru nágreinar lýsingar og myndir av listaverkunum og tilsipingar til søgur, persónar og fyribrigdi í mentanar- og tónleikasøgu okkara. Við hesum er listaprýðingin og bókin at rokna sum okkara fyrsta tónleikasøguliga heildarverk.
##med2##
Ein gáva til ein musikkskúla fyri børn og ung. Men eisini ein dýrgripur til fólk og tjóð, at kenna og skilja søgu okkara.
Á hátíðarløtuni fríggjadagin fer tónleikafrøðingurin Knút Háberg Eysturstein at siga nøkur orð um list og tónar. Angelika Hansen fer at leika á fiól og Ólavur Jakobsen á gittar. Kór musikkskúlans fer at syngja nakrar sangir. Kórleiðarar eru Joanna Johansen og Ásbjørn Berthelsen. Listakvinnan Astri Luihn fer eisini at siga nøkur orð.
##med3##
Tiltakið byrjar kl. 15.00 og varir 45 minuttir. Tað er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.
Bókin fæst til keyps á musikkskúlanum til serprís í samband við útgávutiltakið.
##med4##