Liverpool minnist Jota í fyrsta dysti eftir deyðsvanlukkuna

Fyri fyrstu ferð síðani bilvanlukkuna hjá portugisiska leikaranum spældi Liverpool ein venjingardyst, har Jota og beiggi hansara vóru mintir.

Liverpool og Preston í miðringinum áðrenn royndardystin, sum byrjaði klokkan 15. - Mynd: Oli Scarff/Ritzau Scanpix

Fótbóltsfelagið Liverpool er í gongd í dag fyri fyrstu ferð síðani Diogo Jota doyði.

Í einum heilt serligum venjingardysti móti Preston úr næstbestu ensku deildini mintust bæði feløgini báðar portugisararnar undan dystinum. Jota doyði fyrr í juli í eini bilvanlukku saman við beiggja sínum.

Sálmurin hjá Liverpool "You'll Never Walk Alone" varð spældur undan dystinum, og tøgn var ein minutt á leikvøllinum undan venjingardystinum.

Harumframt var nógvur fagnaður á áskoðaraplássunum fyri at heiðra teir báðar portugisisku leikararnar.

Dysturin í dag er hin fyrsti hjá Liverpool í fyrireikingunum til komandi kappingarár. Jota var eftir øllum at døma á veg heim til Liverpool, tá vanlukkan hendi.

Bilóhappið hendi 3. juli nærhendis spanska býnum Zamora í Kastilia-landslutinum.

Sambært blaðnum AS vístu fyrstu kanningarnar, at beiggjarnir koyrdu á motorvegnum og vóru í ferð við at yvirhála, tá eitt av hjólunum fekk brek.

Bilurin fór tí av vegnum og eldur kom í. Bæði løgreglan og sløkkiliðið komu á staðið, men lívini hjá beiggjunum stóðust ikki at bjarga.

Fyrr í vikuni boðaði spanska løgreglan frá, at alt bendir á, at Lamborghini-bilurin, sum beiggjarnir koyrdu, koyrdi skjótari enn ferðamarkið.

Tað varð ikki kunngjørt, hvussu skjótt Lamborghini hjá beiggjunum koyrdi. Kanningarnar, sum eru gjørdar, vísa tó, at tað var Jota, sum koyrdi bilin.

Brøðurnir vórðu jarðaðir leygardagin í síðstu viku í portugisiska býnum Gondomar, stutt uttan fyri Porto.

Jota var 28 ára gamal. Eftir hann sita konan, sum hann giftist við fyri nøkrum vikum síðani og trý børn teirra.

Hann kom til Liverpool í 2020 og var við til at vinna millum annað Premier League og FA Cup. Hetta gav tilsamans 182 dystir og 65 mál til Liverpool.

Yngri beiggi hansara André Silva var eisini fótbóltsleikari. Hann spældi við Penafiel, sum spælir í næstbestu deildini í Portugal. André Silva var 25 ára gamal.

 

/Ritzau/

 

Liverpool og Preston í miðringinum áðrenn royndardystin, sum byrjaði klokkan 15. - Mynd: Oli Scarff/Ritzau Scanpix

Ben Whiteman hjá Preston legði ein krans á vøllin fyri at minnast farna Liverpool-leikaran. - Mynd: Oli Scarff/Ritzau Scanpix