Løgmaður: Havi ikki brotið stýrisskipanarlógina

Løgmaður hevur ikki brotið grein 54 í stýrisskipanini og hevur ikki av samráðingar við donsku stjórnina um at taka Føroyar úr ríkisfelagsskapinum

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til ein grein 52a fyrispurning, sum Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins setti honum.

 

Bárður á Steig Nielsen spurdi soleiðis:

 

1. Metir løgmaður, at ásetingin í Stýrisskipanarlógini § 54, stk. 2 er fylgd í málinum um at taka Føroyar úr Ríkisfelagsskapinum?

 

Men tað metir løgmaður ikki. Í svarinum sigur Aksel V. Johannesen, at eins og Bárður á Steig Nielsen sigur, so er ásett í stýrisskipanarlógini § 54, stk. 2, at landsstýrið skal ráðføra seg við uttanlandsnevndina í sambandi við samráðingar við ríkismyndugleikarnar av stórum týdningi fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum.

 

– Hetta fer sjálvsagt at verða gjørt, tá ið landsstýrið fer undir slíkar samráðingar, sigur løgmaður.

 

– Men hagar er málið ikki komið. Talan er ikki um samráðingar enn, men bert at landsstýrið í sambandi við ríkis- og samstarvsráðsfundin í Føroyum í juni yvirskipað hevur greitt donsku stjórnini frá, at fimm av seks flokkum ynskja eina skipan, sum gevur Føroyum uttanríkispolitiskar heimildir og byggir á samstarv millum javnbjóðis lond í einum felagsskapi.