Mærsk hevur selt ognarlut sín í franska oljufelagnum Total og hevur nú tvey oljufeløg eftir.
Fyri sløkum trimum árum síðani boðaði A. P. Møller-Mærsk frá, at felagið fer úr oljuvinnuni og framyvir bara fer at fáast við flutning og logistik.
Í dag er Mærsk komið eitt stig nærri hesum, tá tað hevur selt seinstu partabrøvini í franska oljufelagnum Total, sum felagið fekk sum part av gjaldinum, tá tey í fjør seldu Maersk Oil sum liður í nýggju ætlanini.
Sølan av partabrøvunum gav Mærsk 6,6 milliardir krónur. Tað upplýsir felagið í tíðindaskrivi.
Í apríl selur Mærsk eisini felagið Maersk Drilling, sum leiga úr boriplatformar til oljuídnaðin. Drilling verður skrásett á virðisbrævamarkninum í Keypmannahavn.
Síðani verður einasta oljufelag eftir hjá Mærsk felagið Maersk Supply Serice, sum letur tænastur til oljuídnaðin. – millum annað letur vørur til skip og oljuboripallar.
Mærsk arbeiðir við at sleppa av tað felagið eisini, men enn er eingin loysn funnin.
/ritzau/