VIDEO: Tað endaði málleyst í stóru grannauppgerðini í Stokkhólmi

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum AIK Stockholm-Djurgården 0-0

Seinnapartin spældi liðið hjá Mikkjali K. Thomassen, AIK Stockholm grannauppgerð á heimavølli móti arvafíggindanum, Djurgården.

 

Grannauppgerðin, ið var leikt frammanfyri heili 46.000 áskoðarum á Strawberry Arena endaði við javnleiki 0-0.

 

Har vóru tó málmøguleikar til bæði liðini, og við eitt sindur av neyvleika og hepni kundi liðið hjá AIK vunnið dystin.

 

AIK er nummar fýra í deildini við 34 stigum fyri 19 dystir. Sostatt eru 11 dystir eftir hjá AIK at leika í Allsvenskuni hetta kappingarárið.

 

Mjällby er holt við at gera ein "Leicester". Teir hava ongantíð vunnið svenska meistaraheitið, men eru greitt oddalið við 46 stigum. AIK hevur sostatt 12 stig upp til oddaliðið. Mjällby vann ein flottan 3-1 sigur á Malmö FF á útivølli, og nú byrja fólk í Svøríki at práta um Mjällby sum ein komandi meistara.

 

Mikkjal og hansara menn ferðast nú til Ungarn fyri at spæla seinna dystin í triðja undanumfarinum í Conference League móti Györ. AIK vann fyrra dystin 2-1.

 

Dysturin verður leiktur komandi hóskvøld klokkan 18.

 

HER ber til at síggja ein longri samandrátt frá dystinum AIK Stockholm-Djurgården 0-0:

 

##med2##