Eftir strævna fríggjakvøldið, tá ið veðrið órógvaði, og skráin mátti broytast, hevði Summar Festivalurin eitt av sínum bestu kvøldum leygarkvøldið.
Summar Festivalurin hevði lagt nýggja skrá fyri leygardagin, og sum dagurin leið gjørdist gott veður, og kvøldið hepnaðist sera væl. Nógv fólk var á festivali, og lagið var óført á Vágsbø, tá ið stóru konsertirnar vóru har.
Dynamit hevur havt fleiri lívligar og minniligar konsertir á Vágsbø, men konsertin leygarkvøldið mann vera tann besta, lívligasta og kensluríkasta av teimum øllum.
Veðrið forðaði Dynamit í at sleppa á pallin fríggjakvøldið, og tí høvdu fyriskipararnir fingið teir inn í skránna leygarkvøldið – á stóra palli á midnátt – og tað var ein røtt avgerð. Konsertin við Dynamit var tann, sum samlaði flest fólk, og lagið var av tí allarbesta.
Her síggjast myndir, sum Jens Kristian Vang tók á konsertini við Dynamit.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##