Hóskvøldið vann Víkingur 2-1 ímóti norðurírska Linfield. Hóskvøldið verður avgerandi dystur í UEFA Conference League á Windsor Park í Belfast. At tað er so stutt millum dystirnar er orsøkin til, at Jóhan Petur Poulsen hevur broytt liðið hjá Víkingi, sum spælir í Sarpugerði ímóti B36.
Fimm veteranar eru ikki á vøllinum. Teir eru Bárður á Reynatrøð, sum heldur ikki var í málinum hóskvøldið. Í hansara stað er aftur í dag Hans Jákup Arngrímsson. Hetta er fyrsta ferðin, at U-21 landsliðsmálverjin verjir málið hjá Víkingi í bestu landskappingini.
Ari Olsen, Atli Gregersen, Sølvi Vatnhamar og Jákup Johansen eru heldur ikki millum teir fyrstu ellivu. Olaf Bárðarson, Jørgen Nielsen, Stefan Radosavljevic eru millum teir fyrstu ellivu saman við miðverjanum Inga Arngrímsson og miðvallaranum Arnór Brandsson, sum fyri fyrstu ferð er millum teir fyrstu ellivu.
Hjá B36 er miðverjin Børge Petersen millum teir fyrstu ellivu. Hann hevur annars verið innskiftari, síðani hann fyrr i summar flutti úr KÍ og til B36. Pætur Petersen er aftur á liðnum eftir leikbann, og í dag er Filip Djordjevic millum teir fyrstu ellivu
Víkingur – B36 kl. 15.00
Dómari: Eiler Rasmussen
Víkingur: Hans Jákup Arngrímsson – Ragnar Skála, Ingi Arngrímsson, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Árni Nóa Atlason, Stefan Radesavljevic, Arnór Brandsson – Poul Kallsberg, Jákup Johansen Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson
B36: Silas Eyðsteinsson – Símun Sólheim, Bogi Reinert-Petersen, Børge Petersen, Rói Hansen – Ragnar Samuelsen, Mattias Hellisdal – Marius Kryger Lindh, Mattias Hellisdal, Hannes Agnarsson – Filip Djordjevic