Seinasta árið hevur stór ósemja verið millum bøndur og festarar á aðrari síðuni, og so fleiri av høvuðsleikarunum í ferðavinnuni á hinari.
Stjórin í Visit Faroe Islands, Guðrið Højgaard, segði soleiðis í Sosialinum fyri viku síðani:
– Tað er eitt stórt stig frá bóndalívi til ferðavinnu. Tað, sum nakrir bøndur og óðalsmenn hava gjørt viðvíkjandi ferðavinnu í Føroyum, hevur tíverri verið til skaða fyri ferðavinnuna. Ongastaðni í Norðurlondum kostar tað at ganga eftir skervi og sandi. Men tað kostar tað nú í Saksun. Fólk fáa heldur ikki kvittanir. Tað uppliva tey millum annað á Trælanípuni. Prísstøði er eisini at undrast á. Um fólk skulu rinda, so skulu tey eisini fáa eina tænastu. Hetta hevur tíverri gjørt, at nógv ferðafólk hava fingið eina neiliga mynd av Føroyum, segði Guðrið Højgaard.
Als ikki samd
Lóggávan skal virðast
Stjórin í Jarðum, Símun Gullaksen, vísir á, at tað grundleggjandi manglar virðing fyri arbeiði og rættindunum hjá bóndum og festarum.
– Vit hava lóggávu á økinum, og hon skal bara virðast. Møguliga skal tó okkurt smávegis snikkast til, sigur Símun Gullaksen.
Tað, sum hann millum annað sipar til, er, at fólk kunnu ikki bara fara, tá ið tey hava hug og ganga, har teimum lystir. Hann vísir á, at tað órógvar landbúnaðin, millum annað lembingina, rakstur, haruskjóting, og at hagin slítist sera illa, har nógv fólk ganga, og at har verður einki bit eftir til seyðin.
– Verandi lóg kann væl nýtast. Hon sigur millum annað, at eigarin skal spyrjast, áðrenn farið verður í hagan. Tað skal bara haldast, sigur hann.
Útlendingar gjalda, føroyingar ókeypis
Hann vísir á, at Jarðir ynskir ikki at taka rættin frá føroyingum at fara í hagan.
– Tað er ferðavinnan, ið skal rinda fyri at uppliva føroysku náttúruna. Tað vil siga útlendsk ferðafólk. Men eru tað stórir føroyskir skipaðir bólkar, ið fara avstað, so skulu tey eisini rinda, sigur Símun Gullaksen.
Tá ið talan er um føroyingar, ið hava útlendskar gestir á vitjan í Føroyum, sigur formaðurin í Jarðum soleiðis.
– Um tú til dømis hevur tveir danskar vinir á vitjan í Føroyum, og tú fert og vísir teimum vøkru náttúruna, so skulu teir ikki gjalda fyri tað, sigur Símun Gullaksen.
Lesið alla samrøðuna við Símun Gullaksen, har hann eisini hevur at arbeiðsháttinum hjá ferðavinnuni og øðrum, í Sosialinum, sum er at fáa til keyps í sølubúðum kring landið. Til ber eisini at lesa blaðið her.