Maria og Horsens fullu við æru móti Odense

Odense vann sigur nummar 27 í dysti nummar 27 hetta kappingarárið

Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens spældu í kvøld dyst á heimavølli í bólki 1 í ovara endaspælinum.

 

Dysturin í Forum í Horsens var ímóti Odense, ið vann 26 av 26 dystum í grundspælinum.

 

Odense vann dyst nummar 27 hetta kappingarárið í kvøld, men Horsens fall við æru. Tá seks minuttir vóru eftir av dystinum var Odense bert á odda við tveimum málum, men tað eydnaðist teimum so at knógva enn ein sigur. Í steðginum var Odense bert á odda við einum máli, 17-16.

 

Maria gjørdi sítt við at skjóta fýra mál og við leggja upp til seks mál (assist). Maria vann eisini liðnum eitt brotskast, og hon vann eisini í einum føri bóltin frá Odense, tá tær vóru í álopi. 

 

Odense er fremst í bólki 1 við fýra stigum. Liðið hjá Pernille Brandenborg, Keypmannahavn hevur tvey stig, Nykøbing Falster hevur eitt stig, og aftast er Horsens við ongum stigi.

 

Komandi hósdag klokkan 17.30 spælir Horsens dyst á útivølli móti Nykøbing Falster.