Hvar heldur tú jól?
- Eg haldi jól í Trongisvági saman við mínum kæru. Jólaaftan byrjar sum oftast við, at vit fara í kirkjugarðin og minnast tey farnu. Seinni um dagin eru vit til jólahald á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum er fyri starvsfólkum og teirra familjum. Síðan er hugni restina av degnum.
Søren Bruhn vísir á, at jóladag eru tey heima, har tey hugna sær við góðum mati, brettspølum og jólatónleiki.
- 2. jóladag savnast øll familjan hjá vermammuni, og er alt sjófólkið heima, kunnu vit lættliga blíva út við 30 fólk.
Hvat eta tit á jólum?
- Jólaaftan eta vit dunnu, hvít og brúnkaði eplir, sós og ikki at gloyma taffelkips - nakað, sum øll burdu roynt, heldur Søren fyri.
Seinni jólaaftan eta tey mandlurís og alt tað góða og søta, sum hoyrir jólunum til.
Keypir tú jólagávur?
- Her er tíverri ikki javnstøða á tí økinum, og eg keypi bara ta einu jólagávuna. Síðan er tað konan, sum tekur sær av øllum gávunum.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Eg elski hesa tíðina. Henda myrka tíðin, sum eingin tímur, verður brádliga so ljós. Øll tendra ljós og prýða húsini, bæði innan og uttan, og býurin er prýddur í vakrasta skrúð.
Søren heldur, at tað er ein serligur dámur yvir hesa tíðina, har eisini kleynur, smákakur, jólatónleikur og jólafilmar geva ein serligan hugna.
- At vera saman við sínum kæru hesa tíðina er tað allar besta.
Hevur tú eitt jólaynski?
- Friður á jørð og í menniskjum góður tokki - og so onkran lekran bleytan pakka, sigur Søren Bruhn, sum ynskir øllum eini gleðilig jól.
Lesið eisini
* - https://www.in.fo/news-detail/soleidis-halda-tey-jol-a-skarvanesi
* - https://www.in.fo/news-detail/ein-deiligur-fridur-a-jolum
* https://www.in.fo/news-detail/boernini-skulu-hava-tad-gott-a-jolum